22 sangir við Jákupi Eli

Jákup Eli kann vitjast á Youtube

Jákup Eli kann vitjast á Youtube

Lívið fær av grovfílini í nýggjasta sanginum hjá Jákupi Eli Joensen, ið hann gav út á Youtube fyrr í dag. Hetta bert ein sangur í einari langari røð av Youtube útgávum hjá Jákupi Eli.

 

Jákup Eli Joensen er virkin sangskrivari sum fáur, talið av fløgum hjá sumbinginum veksur støðugt. Men seinasta árið  hevur Jákup Eli tikið Youtube til sín, og hevur støðugt lagt nýggjar sangir út. Talið er nú komið upp á 22 Youtube videoir á profilinum hjá Jákup Eli.

 

Upptøkurnar eru einfaldar: Jákup Eli situr við einum kassagittara frammanfyri upptøkutólinum og spælir og syngur, einki hóvasták og beint frá hjartanum. Tekstirnir eru líka til, løgini eru beint fram.

 

Um man setur seg at lurta úr einum enda í annan, kann hetta gerast sum ein heil Hoyma konsert, bert á telduni.