Annita á Fríðriksmørk, Annika Olsen, Bergtóra Høgnadóttir, Eyðgunn Samuelsen, Eydis Hartmann Niclasen, Hanna Jensen, Helena Dam á Neystabø, Karin Kjølbro, Katrin Dahl Jakobsen, Óluvá Klettskarð, Rigmor Dam, Rósa Samuelsen og Rúna Sivertsen

Kringvarpið fann onga kvinnu til kjakið

Tað provokerar fólk, at Kringvarpið bara finnur fyrrverandi politikarar, sum eru menn, tá kjakast verður í Degi og Viku.

 

 

Annita á Fríðriksmørk, Annika Olsen, Bergtóra Høgnadóttir, Eyðgunn Samuelsen, Eydis Hartmann Niclasen, Hanna Jensen, Helena Dam á Neystabø, Karin Kjølbro, Katrin Dahl Jakobsen, Óluvá Klettskarð, Rigmor Dam, Rósa Samuelsen og Rúna Sivertsen

Rigmor Dam, fyrrverandi løgtingskvinna og landsstýriskvinna er ein teirra, ið heldur tað vera løgið, at tað altíð bara er menn, sum eru við í kjakum í um politikk í sjónvarpinum. Eftir Deg og viku í gjárkvøldið legði hon eina mynd á Facebook av sjónvarpsskíggjanum við teimum fýra monnunum, sum kjakaðust um aktuella stríðið um samkynd, sum hóttir samgonguna, við tekstinum: »Maður og maður og maður og maður«.

Eyðgunn Samuelsen, sum júst hevur tikið sæti á tingið, heldur, at tað er ótrúligt, at Kringvarpið ikki dugir at finna onkra kvinnu, ið er fyrrverandi politikari og dugir at greina politikk.

– Eg komi at hugsa um fleiri uttan at brúka nógv sekund til tað, skrivar hon.

Eyðgunn Samuelsen hevur síðani løgtingsvalið 5. juni í 2019 verið fyrrverandi landsstýriskvinna, fyrrverandi løgtingskvinna og fyrrverandi býráðslimur í Klaksvíkar býráð.

Spurningurin er so, um nakar fjølmiðil hevur biðið hana greinað dagsins politisku støðu, hesa tíðina hon var fyrrverandi politikari?

Journalisturin Dánjal Højgaard spyr, um tað endilga nýtist at vera ein politikari, sum skal kjakast.

– Tað eru nógvar kvinnur, sum eru til dømis stjórnmálafrøðimgar, og tær duga helst væl at gera analysur, sum eru meira fakligar og partapolitisk ópartískar, heldur hann.

Journalisturin Brynhild Thomsen, sum í løtuni er í farloyvi úr Kringvarpinum, hevur fleiri hugskot til starvsfelagarnar í Sortudíki um fyrrverandi politikarar, sum eru kvinnur.

– Annita á Fríðriksmørk, Helena Dam á Neystabø, Rósa Samuelsen, Eydis Hartman, Rigmor Dam, Hanna Jensen, Bergtóra Høgnadóttir, Rúna Sivertsen til dømis...

Eisini verða nevndar Óluvá Klettskarð, Karin Kjølbro, Katrin Dahl Jakobsen og ikki minst Annika Olsen, sum nú eins og Eyðgunn Samuelsen aftur er komin á ting – men sum ongantíð hevur verið spurd um at greina dagsins landspolitikk í einum paneli í Kringvarpinum.

##med3##

Tíðindaleiðarin í Kringvaprinum, Georg L. Petersen, leggur eisini upp í kjakið, og spyr soleiðis:

– Uppskot - kvinnur við royndum sum ikki eru aktivar í landspolitikki?

Onkur leggur upp í kjakið, sum sigur, at tað ofta bara eru kvinnur, sum kjakast um politikk í Kringvarpinum, uttan at nevna dømi. Men flestu tykjast samd um, at tað eru fleiri góð uppskot um skilagóðar kvinnur, sum hava royndir í landspolitikki og saktans kundu sitið saman við teimum trimum yndisgreinarunum hjá Krigvarpinum, fyrrverandi løgtings- og landssstýrismaðurin Bjarni Djurholm, fyrrverandi løgtings-, fólkatings-, landsstýris- og løgmaðurin Jóannes Eidesgaard og fyrrerandi løgtings-, landstýris-, fólkatings- og løgtingsmaðurin og verandi borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen.

So er spurningurin, um kvinnurnar eru verri at fáa fram í kjakið – ella um menn í miðlum bara síggja menn í politikki.

Í sambandi við at røkja politisk álitisstørv er tað í øllum førum soleiðis, at skal ein kvinna inn, so skal ein maður út. Tað kann vera ein trupulleiki hjá summum...

Annita á Fríðriksmørk, Annika Olsen, Bergtóra Høgnadóttir, Eyðgunn Samuelsen, Eydis Hartmann Niclasen, Hanna Jensen, Helena Dam á Neystabø, Karin Kjølbro, Katrin Dahl Jakobsen, Óluvá Klettskarð, Rigmor Dam, Rósa Samuelsen og Rúna Sivertsen