Hanus Samró: »Ó« gloymdi at lata roknskapin inn

– Eg kann vátta, at Sp/f Ó, sum eg eri partaeigari av, er sendur til skiftirættin.

 

Tað sigur Hanus Samró, løgtingsmaður, eftir at in.fo fyrr í dag hevði tíðindini um, at felag, sum løgtingsmaðurin varðar av, er sent skiftirættinum til avtøku, tí at felagið ikki hevði latið roknskapin fyri 2012 inn.

 

Hanus Samró sigur, at tað er rætt, at roknskapurin er ikki latin inn.

 

– Eg má staðfesta, at ein misskiljing er íkomin. Roknskapurin var klárur, men vegna innanhýsis misskiljing ikki latin inn. Men roknskapurin verður latin inn, og virksemið heldur fram óbroytt, sigur Hanus Samró, sum vegna Sp/f Ó hervið vil umbera misskiljingina.

 

Freistin at lata inn roknskapin var annars 1. juli, og tey feløg, sum ikki hava latið roknskapin inn, hava fingið ávaringar. Kristin Balle, løgfrøðingur á Skráseting Føroya segði við in.fo tann 7. august, at felag, sum er sent í Skiftirættin eftir ávísum treytum kann takast uppaftur.

 

– Tað kann gerast innan tríggjar mánaðir. Men tað krevur, at roknskapurin verður latin inn, og at at gjald upp á 5.000 krónur verður goldið, segði hon.

 

Men tað ber ikki til at gera fleiri ferðir. Tað ber bara til einaferð í einum tíðarskeiði upp á fimm ár at taka eitt felag uppaftur, sum longu er sent í Skiftirættin, segði hon.

 

Lesið eisini: 293 feløg á veg í skiftirættin

 

TRÝST HER fyri at síggja yvirlitið yvir tey 357 feløgini, sum ikki høvdu latið roknsskapin inn 1. august 2013 og tí vóru ávarað.

 

Lesið eisini: Løgtingsmaður sendur í skiftirættin