Messi skal undir skurð

Lionel Messi skal hava eina nýraskurðviðgerð

Katalanska stórfelagið, FC Barcelona má klára seg komandi dyst uttan heimsins besta fótbóltsspælarar, argentinska Lionel Messi. Mikukvøldið møtir Barcelona Valencia í sponsku steypakappingini, Copa del Rey.

 

Í morgin skal Lionel Messi undir skurð. Talan er um eina minni nýraskurðviðgerð. Sambært høvuðsvenjaranum hjá FC Barcelona, Luis Enrique so vænta teir, at Lionel Messi verður aftur at síggja til venjingina hjá FC Barcelona hósdagin.

 

Í desember fekk Lionel Messi eina líknandi skurðviðgerð, sum gjørdi, at hann ikki var við FC Barcelona til HM í felagsfótbólti. Ein kapping, sum FC Barcelona annars vann.