Kristel við nýggjum sangi

Føroyska songkvinnan hevur upptikið nýggjan sang í Litava

(Mynd: Karol Truszyński)

(Mynd: Karol Truszyński)

Nú er aftur nýtt at frætta frá føroysku songkvinnuni Kristel Lisberg, ið er kend fyri sangir sum »Without You« og »Who Needs a Heart«, sum hon luttók við í danska Grand Prixinum. Kristel hevur nú útgivið sangin »Contagious«, ið er skrivaður saman við framleiðarum úr Íslandi og Litava.

– Eg havi verið eitt sindur burtur frá tónleikapallinum í eina tíð, men tað eru framvegis fólk, sum spyrja meg eftir nýggjum tilfari. Nú havi eg arbeitt saman við sera dugnaligum framleiðarum, og fyrsti sangurin er nú útgivin, sigur Kristel Lisberg.

Sangin »Contagious« hevur Kristel Lisberg skrivað saman við íslendinginum Sveinn Runar Sigurdsson og litavanum Gytis Valickas. Teir eru báðir royndir tónleikaframleiðarar. Sveinn Runar hevur vunnið íslendska Grand Prixið tvær ferðir, og Gytis framleiddi í 2016 ársins útgávu í Litava. Grikski sangskrivarin Nikos Sofis hevur fingið samstarvið í lag.

– »Contagious« er myrkur poppur, men er í tráð við sangirnar, sum eg havi útgivið. Hetta er tó ein meira nútímans útgáva av mínum tónleiki. Heitið »Contagious« er viðkomandi í hesum truplu tíðum, nú corona-sjúkan breiðir seg, men sangurin fekk sítt heitið fyri langari tíð síðan, sigur Kristel Lisberg.

Um vikuskiftið verður nýtt videolag til sangin útgivið, men longu nú ber til at hoyra sangin á Spotify: Kristel Lisberg – Contagious (trýst her)

(Mynd: Karol Truszyński)