40.265 fólk umvegis Vága Floghavn í januar og februar

Hetta er ein stór øking í mun til sama tíðarskeið í fjør

Ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini.

Í fjør ferðaðust í alt 377.813 fólk umvegis flogvøllin í Vágum, og tað er ein øking uppá 10,7 prosent í mun til 2017.

Hagtøl frá Vága Floghavn vísa, at í januar og februar í ár komu og fóru 40.265 fólk umvegis Vága Floghavn. Hetta eru 11,1 prosent fleiri fólk í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Les eisini: Nógv tey flestu av teimum ferðandi til Føroya eru føroyingar og danir