Kristin verður helst formaður í Sjálvstýri

Fyri at vera formaður í Sjálvstýri skalt tú vera løgtings- ella landsstýrisfólk. Einasti tingmaður floksins er Kristin Michelsen, sum tó ikki heilt lýkur treytirnar fyri at gerast formaður

Skal Sjálvstýri ganga eftir egnum viðtøkum, so fær flokkurin ongan formann – uttan at undantak verður gjørt. Eitt er, at formaðurin skal vera fólkavaldur. Annað er, at viðkomandi skal hava verið limur í flokkinum í trý ár. Tað hevur Kristin Michelsen ikki. Tí fyri trimum árum síðani var kann limur í Javnaðarflokkinum og tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

Men helst endar tað við, at flokkurin má víkja frá tí partinum av viðtøkunum og kortini velja Kristin Michelsen til formann. Hitt fólkavalda umboð floksins er Óli Matras Lassen, sum varð valdur í Klaksvíkar býráð saman við Jógvani Skorheim á valinum í november.

Formaðurin í Streymoyar Sjálvstýrisfelag, Bjørn á Heygum, sum eisini er advokatur, heldur viðtøkurnar hjá flokkinum vera púra høpisleysar.

– Hatta er fullstendiga tápuligt at hava viðtøkur, sum útpeika ein formann upp á forhond, har flokkurin einki hevur at skula sagt. Tí haldi eg, at um bara eitt sindur av demokratiskum spælireglum skulu vera, so mugu hasar viðtøkurnar broytast, heldur hann.

Bjørn á Heygum viðgongur tó, at tað helst endar við, at Kristin Michelsen verður formaður, tí siðvenja er, tað er eitt løgtings- ella landsstýrisfólk, sum er formaður, so sum viðtøkurnar jú eisini fyriskriva.

Men hvar Kristin Michelsen er politiskt veit Bjørn á Heygum ikki.

– Eg veit ikki, um Kristin Michelsen hevur nakra politiska hugsjón, hana hevur hann so ikki borið fram á torg, sigur Bjørn á Heygum.

Formaðurin í Streymoyar Sjálvstýrisfelag vil einki siga um egnu støðu sína í flokkinum. Ella um hann hevur hug at fara í arbeiðshandskarnar.

– Eg umhugsi støðu mína. Men tað ger ikki støðuna verri, at Jógvan Skorheim er farin úr flokkinum. Tvørturímóti, tað kann loysa upp fyri nøkrum, sum kanska kann fáa flokkin aftur á rættkjøl, heldur Bjørn á Heygum.