KT-feilur kann hava givið skeiv dómsúrslit

Donsk løgregla og ákæruvald skulu nú gjøgnumganga rættarmál seinastu sjey árini orsakað av einum møguligum feili í teleupplýsingum.

 

 

 

 

 

Í rættarmálum eru teleupplýsingar ofta ein týðandi partur av próvgrundarlagnum. Hesir upplýsingar kunnu eitt nú siga nakað um, hvar ein ákærdur hevur verið eina ávísa løtu ella tíðarskeið.

Men, nú vísir tað seg, at teleupplýsingar, sum síðan 2012 hava verið brúktir í rættarskipanini kring um Danmark, kanska ikki hava verið fullfíggjaðir.

Tað skriva Ríkisadvokaturin og Ríkisløgreglan í Danmark í einari kunning til Advokatráðið og Dómstólastýrið.

Tá teleupplýsingar verða brúktir sum próvtilfar, biðir løgreglan um upplýsingar frá ymiskum televeitarum. Upplýsingarnir verða so broyttir í skapi, soleiðis at teir gerast lættir at skilja og gerast partur av rættarmálinum í einari samlaðari og eintýðugari útgávu.

Men, nú hevur Ríkisløgreglan so funnið út av einum feili í forrritinum, sum konverterar upplýsingarnar frá ymisku televeitarunum, soleiðis at hesir kunnu samanberast.

Feilurin kann merkja, at løgregla, ákærar, verjar og rætturin ikki hava fingið allar teir upplýsingar í fleiri revsimálum, sum tey áttu.

- Tað er í løtuni ikki møguligt at siga, um systemfeilurin - í ringasta føri - kann hava havt týdning fyri kanningararbeiðið og/ ella metingar av prógvum í ítøkiligum revsimálum, siga Ríkisadvokaturin og Ríkisløgreglan í skrivinum til Advokatráðið.

Umrøddi feilur varð ikki rættaður fyrr enn hin 8. mars í ár, og hildið verður, at feilurin íkom longu í 2012. Tí fara Ríkisadvokaturin og Ríkisløgreglan nú at gjøgnumganga øll rættarmál, har hesin feilur møguliga kann hava havt týdning.

- Í málum, har vantandi upplýsingar eru, verður verjin hjá viðkomandi persóni kunnaður, og ákæruvaldið fer í hvørjum einstøkum føri at meta um, hvørt rættarmálið skal takast uppaftur, skrivar Ritzau í kvøld.