Stýrisleiðari í Arnarlax, Kjartan Olafsson, heldur, at tað hevði borið til at byrgt upp fyri keðiligu støðuni. Mynd: Ruv.

Kundu sloppið undan laksadeyða

Arnarlax í Íslandi hevur mist 570 tons av laksi í herviligum illveðri og kulda. - Hevði laksurin verið tikin í desember, hevði hetta ikki verið hent, sigur stýrisformaðurin.

Stýrisleiðari í Arnarlax, Kjartan Olafsson, heldur, at tað hevði borið til at byrgt upp fyri keðiligu støðuni. Mynd: Ruv.

 

Nøgdin av deyðum laksi hjá Arnarlax í Íslandi, sum alirisin SalMar í Noregi eigur meirilutan í, veksur, og nú verður sagt úr Íslandi, at alifelagið hevur mist 570 tons av laksi. Sambært íslendska ríkisútvarpinum, sum iLaks endurgevur, er høvuðsorsøkin til umfatandi laksadeyðan lági sjóvarhitin.

Kaldi sjógvurin fekk laksin at søkja longur niður í aliringin, soleiðis at fiskurin kom at nerta við nótina. Hetta førdi til, at laksurin fekk sár, sum síðan eru orsøkin til laksadeyðan. Íslendska matvørueftirlitið sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkt hendir. Tíðliga í 2018 doyði laksur í sama øki - og av somu orsøk. 

Laksurin, sum hevur gingið á hesum aliøki, varð settur úr í fjør vár. Stýrisleiðari í Arnarlax, Kjartan Olafsson, heldur, at tað hevði borið til at byrgt upp fyri keðiligu støðuni, um laksurin hevði verið tikin longu í desember í fjør - og áðrenn sjóvarhitin fall so ógvusliga.

Í síðstu viku skrivaði iLaks, at stóra norska sláturskipið - Norwegian Gannet - var farið til Íslands at hjálpa til. Nú veit norska heimasíðan at siga, at skipið helst kemur heim aftur úr Íslandi í næstu viku. Felagið Hordafor, sum eitt nú framleiðir súrløgu til fóður, sendi eisini tvey skip til Íslands.

- Sum heild mugu vit siga, at fyri ídnaðin er tað týdningarmikið at hava atgongd til stóra orku - í hesum førinum slaktiorku. Úr fiskiídnaðinum annars vita vit jú, at tørvur á eyka kapasiteti kann vera avgerandi, tá óvæntaðar støður taka seg upp.

Stýrisleiðari í Arnarlax, Kjartan Olafsson, hevur áður ikki vilja gjørt viðmerkingar til aktuellu støðuna, men hevur víst á, at felagið fer at slakta 10.000 tons í ár. Hann hevur eisini sagt, at felagið fer at hava ársaðalfund hin 26. februar, og tá verður væntandi meira at frætta um støðuna hjá Arnarlax.

Felagið hjá íslendskum laksafiskimonnum, Landssamband veiðifélaga, hevur funnist at virkseminum hjá Norwegian Gannet í Íslandi. Tey seta spurnartekin við, um skipið er nóg væl sóttreinsað, og í hesum sambandi stúra tey fyri, at smitta frá alilaksi møguliga kann førast yvir á villaks, sum limirnir veiða í árunum. 

Men, hjá íslendska matvørueftirlitinum siga tey, at Norwegian Gannet hevur munandi sóttreinsingarútgerð, og at eftirlit hevur verið við hesum. Haraftrat kemur, at tá skipið fór úr Noregi til Íslands, hevði eingin laksur verið í skipinum í 11 samdøgur.

##med2##

Stýrisleiðari í Arnarlax, Kjartan Olafsson, heldur, at tað hevði borið til at byrgt upp fyri keðiligu støðuni. Mynd: Ruv.

Íslendskir laksafiskimenn hava funnist at virkseminum hjá Norwegian Gannet í Íslandi.