Kunna porkeningar um vindmyllur mánadagin

SEV hevur ætlanir um at seta vindmyllur upp í haganum í Porkeri.

Og nú verður borgarafundur í Porkeri.

Porkeningar hava fingið boð um, at borgarafundur verður mánadagin í skúlanum í Porkeri.

Sambært skránni fyri fundin, so fer umboð fyri SEV at kunna um ætlanina um at seta vindmyllur upp í haganum í Porkeri.

Tað er vindfelagið Neshagi, sum er dótturfelag hjá SEV, sum hevur ætlanir um vindmyllulund í Porkerishaga.