Kunnu flúgva beinleiðis úr Vágum til New York til várs

Hetta váttar Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantsflogi, fyri amerikanska miðilinum Forbes

Tað var í desember í fjør, at tað kom undan kavi, at føroyska flogfelagið hevði søkt amerikanskar myndugleikar um loyvi at flúgva til amerikanska stórbýin New York. Allar góðkenningarnar vóru tó ikki komnar upp á pláss, áðrenn ætlanin var at byrja flúgvingina.

Miðskeiðis í juli mánaða segði Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantsflogi, við in.fo, at tey bíðaðu eftir, at amerikanskir myndugleikar komu til Føroya at hyggja at umstøðunum á flogvøllinum. Tað var neyðugt, tí teir seta ymiskar treytir í samband við visa, trygd og annað, ið flogvøllurin skal lúka. Tá tað loyvið var avgreitt manglaði bert bar nakrar formalitetir, áðrenn alt er fingið upp á pláss. Tó byrjaði flúgvingin ikki, og einki varð sagt um, hvørt loyvini vórðu fingin til vega.

Nú sigur Jóhanna á Bergi við amerikanska miðilin Forbes.com, at flúgvingin millum Vágar og New York fer at byrja á vári 2020.

- Vit eru 18 oyggjar við 50.000 fólki mitt í Norðuratlantshavinum, so hetta eru stórtíðindi fyri okkum, sigur Jóhanna á Bergi við Forbes.