Norska løgreglan hevur áður sagt, at tey gjarna vilja loysa málið um horvnu ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, áðrenn 2019 rennur út.

Kunnu hava DNA-profil av ókendum brotsmanni

- Vit hava tryggjað okkum DNA, sum vit halda vera áhugavert, soleiðis sum málið fyriliggur í løtuni, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske.

Norska løgreglan hevur áður sagt, at tey gjarna vilja loysa málið um horvnu ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, áðrenn 2019 rennur út.

 

Sambært norska blaðnum VG í kvøld er tað ikki óhugsandi, at norska løgreglan nú situr við einum DNA-profili í málinum um horvnu 69 ára gomlu, Anne-Elisabeth Hagen.

Men, tað er heldur ikki óhugsandi, at løgreglan í løtuni ikki veit, hvør eigur DNA-profilin og tískil kki veit, hvør tað var, sum framdi brotsgerðina móti norsku ríkmanskvinnuni.

- Eftir tí, sum vit halda okkum vita, bendir nógv á, at DNA-profilurin, sum løgreglan nú arbeiðir við, kann knýtast til brotsgerðina móti Anne-Elisabeth Hagen.

Tað merkir, skrivar VG, at løgreglan kann hava ein DNA-profil av persóni, sum flutti ríkmanskonuna úr heimi sínum hin 31. oktober í fjør.

VG hevur sett kanningarleiðaranum, Tommy Brøske, fleiri spurningar um týdningin av tí DNA'i, sum løgreglan hevur funnið í húsunum í Lørenskog, sum var heimið hjá Anne-Elisabeth Hagen og manni hennara, miljarderinum, Tom Hagen.

##med2##

- Ja, vit hava tryggjað okkum DNA, sum vit halda vera áhugavert, soleiðis sum málið fyriliggur í løtuni. Vit arbeiða víðari við at finna út av, hvønn týdning hesi spor hava í kanningini av hesum máli, sigur kanningarleiðarin.

Soleiðis, sum VG skilir, hevur løgreglan so seint sum í heyst megnað at endurskapt í minsta lagi ein DNA-profil, sum arbeitt verður við, og í løtuni verður stórt arbeiði gjørt í royndini at finna út av, hvør eigur henda DNA-profilin.

VG heldur seg eisini vita, at kanningarnar higartil ikki hava givið løgregluni nakað eintýðugt svar, men nú verður eftir øllum at døma rættiliga nógv orka løgd í hetta arbeiðið.

Áður hevur VG víst á, at fólk í umhvørvinum í Lørenskog, sum eitt nú hava verið á gátt hjá ríkmanshjúnunum á adressuni Sloraveien 4, hava verið hjá løgregluni og latið DNA og fingramerki.

Sambært VG hevur løgreglan eisini lagt stóran dent á at finna út av, hvør hevur verið á gátt hjá hjúnunum í ávísum tíðarskeiði, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen sporleyst hvarv.

##med3##

Norska løgreglan hevur áður sagt, at tey gjarna vilja loysa málið um horvnu ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, áðrenn 2019 rennur út.

Kanningarleiðarin, Tommy Brøske.

Hin 31. oktober var eitt ár liðið, síðan norska ríkmanskonan hvarv.