Kunnu leiga út fyri okursprís - eina stutta tíð afturat

Tað er ov tíðliga at geva leigunevndini heimild at lækka eina húsaleigu, sum verður mett at vera okursleiga

Tað er dýrt at leiga, men tað er eitt sindur ov tíðliga at geva leigunevndini heimild til at krevja, at okursleiga skal lækkast

Tað er dýrt at leiga, men tað er eitt sindur ov tíðliga at geva leigunevndini heimild til at krevja, at okursleiga skal lækkast

Tað verður ikki enn, at leigunevndin fær heimild til at lækka eina húsaleigur, tá ið nevndin metir, at hon er heilt órímiliga høg.

Tað heldur meirilutin í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum.

Herfyri legði Eyðgunn Samuelsen uppskot fyri Løgtingið, har eitt av endamálunum var at geva Leigunevndini heimild til at krevja, at ein húsaleiga skal lækkast, táið metingar søgdu, at hon var heilt órímiliga høg.

Uppskotið varð lagt fram tí leigunevndin hevur sjálv boðað frá, at í summum førum má húsaleigan metast at vera okursleiga.

Meirilutin í Trivnaðarnevndini, sum eru umboðini fyri Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Tjóðveldi, umframt Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, taka undir við uppskotinum, ásanna, at bústaðarneyðin er so stór, at prísirnir verða trýstir upp.

Men tey halda, at skal leigunevndin skal hava nóg gott grundarlag at meta um, antin ein húsaleiga er órímilig, er tað neyðugt at hava eitt yvirliti yvir, hvørjir leigubústaðir eru í Føroyum. Kommunurnar hava boðað frá, at tær arbeiða við at fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir leigubústaðir í Føroyum. Og fyri at geva kommununum stundir til at gera hetta yvirlitið, vilja tey hava Løgtingið at samtykkja, at tað skal ikki vera fyrr enn 1. januar, at leigunevndin fær heimild til at krevja, at ein leiga skal lækkast.

Hinvegin heldur minnilutin í nevndini, sum eru umboðini fyri Fólkaflokkin og Sambandsflokkin heldur, at ein húsaleiga, sum leigari og útleigari avtala sínamillum, er altíð tann rætta, tí hon byggir á fríu marknaðartreytirnar.

Somuleiðis heldur minnilutin, at leigunevndin ikki skal blanda seg upp í, hvussu nógv tað kostar at leiga ein bústað, tí tað skal altíð vera tann fríi marknaðurin, sum ásetir prísin.

– Høvuðusdentur eigur at vera lagdur á at skapa umstøður, soleiðis at borgarin sjálvur hevur møguleika at seta føtur undir egið borð, og gera íløgur í egnan bústað, siga umboðini fyri Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.

– Hetta eigur at gerast við at útvega føroyingum bílig grundstykkir og møguleikar til at fáa bílig sethúsalán, leggja tey afturat.

Tey leggja stóran dent á, at øll fáa líka góðar møguleikar at at fáa fígging til at útvega sær bústað, sama, hvar í landinum tey ætla at seta búgv.

Annars hevur manan verið ført fram, at bankarnir eru nógv trekari at fíggja bústaðarbygging á bygd tí at har er trygdin í húsunum nógv verri enn í Havn. 

Tað er dýrt at leiga, men tað er eitt sindur ov tíðliga at geva leigunevndini heimild til at krevja, at okursleiga skal lækkast