Kunnu nú aftur koma til Føroya við hundum sum vanligt

Kunnu nú aftur fáa hundar til Føroyar sum vanligt

Savnsmynd

Savnsmynd

Hundar kunnu nú aftur innflytast til Føroya sum vanligt. Tað sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í eini fráboðan í dag.

Herfyri frættist um, at fleiri hundar í Noregi brádliga vóru vorðnir álvarsliga sjúkir, men eingin visti akkurát, hví teir vórðu sjúkir.

Men fyri at binda um heilan fingur, mælti Heilsufrøðiliga Starvsstovan til at seta serlig tiltøk í verk fyri at fyribyrgja, at smittan kom til Føroya.

 

https://www.in.fo/news-detail/news/nu-skulu-summir-hundaeigarar-ansa-serliga-vael-eftir/?no_cache=1Les meiri um tað her: Nú skulu summir hundaeigarar ansa serliga væl eftir

 

Hetta tilmælið verður nú tikið av, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Hóast tað ikki er afturvíst, at sjúkan smittar frá hundi til hund, kann staðfestast, at um so er at talan er um smittandi sjúku, skal nógv til, fyri at ein hundur verður smittaður, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Ein bakteria ið nevnist providencia alcalifaciens, er funnin í flestu hundunum, sum vórðu sjúkur, men enn ber kortini ikki til at siga um tað er hendan ávísa bakterian, sum er orsøkin til sjúkuna - ella um tað er sjúkan, sum elvir til, at bakterian nørist.

– Undir øllum umstøðum verður mett, at tað eru fleiri samanfallandi orsøkir, sum elva til sjúkuna og myndugleikarnir í Noregi royna framvegis at finna ítøkiligu orsøkirnar.

Hundaeigarar eiga tó altíð at ansa eftir sínum hundum, og hundar, sum eru ússaligir, eiga ikki at fara til kappingar, ella at hava samband við aðrar hundar, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

– Eisini eigur skarn altíð at verða tikið upp eftir hundinum. Og gerst ein hundur álvarsliga sjúkur, skal eigarin seta seg í samband við djóralækna, leggja tey afturat.

– Tað er altíð ein ávísur vandi fyri sjúkum, tá ið hundar koma til Føroyar úr útlondum. Hundar, sum koma til Føroyar, ella fara uttanlands og ferðast, skulu tískil lúka ymisk krøv til koppsetingar, viðgerðir, kanningar fyri at avmarka vandan fyri sjúkum mest møguligt.

Savnsmynd