Kunnu nú aftur útflyta til Russlands

Pelagos og Bakkafrost Processing hava fingið grønt ljós frá russiska matvørumyndugleikanum

Nú kunnu Pelagos í Fuglafirði og Bakkafrost á Glyvrum aftur útflyta matvørur til Russlands. Tað hevur ikki verið møguligt í nakrar mánaðir, men russiski matvørumyndugleikin Rosselkhoznadzor hevur nú givið grønt ljós aftur.

Hetta fortelur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í dag.

Rosselkhoznadzor hevur ein lista, sum vísir, hvørji virki kunnu útflyta til Russlands. Um eitt virki hevur reyðan lit á listanum, kann tað ikki útflyta. Pelagos í Fuglafirði hevur verður reytt síðani apríl í ár, og Bakkafrost Processing á Glyvrum hevur verið reytt síðani januar í ár. 

– Eftir áhaldandi arbeiði er bræv nú komið frá Rosselkhoznadzor, um at virkini bæði nú eru vorðin grøn og kunnu tí útflyta teirra vøru aftur til Russland, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Øll vøra sum fer úr Føroyum til Russlands, verður kannað á markinum til Russland. Finnur marknaeftirlitið nakað frávik við vøruni, verður Heilsufrøðiliga starvsstovan kunna um hetta.

– Heilsufrøðiliga starvsstovan fer beinanvegin í gongd við at kanna møguligar orsøkir til frávikið, og um neyðugt seta rættandi og fyribyrgjandi atgerðir í gongd. Úrslitini av hesum arbeiði verða síðani fráboðað Rosselkhoznadzor.