Kunnu nú salta sjálvi

Hvannasunds kommuna hevur keypt ein lastbil, sum eisini hevur saltbússu, soleiðis at kommunan nú sjálv kann salta høvuðsvegirnar.

Kommunan hevur eisini keypt ein viðfestivogn, sum skal betra um umstøðurnar og trygdina.

Kommunan hevur eisini keypt ein viðfestivogn, sum skal betra um umstøðurnar og trygdina.

 

Hvannasunds kommuna hevur nú fingið lastbilin, sum varð bílagdur fyrr í ár. Leveringin er nakað seinkað vegna covid-19. Fyrr í ár segði Landsverk upp avtaluna um salting av kommunalu vegunum í kommununi.

- Tí hava vit í samband við keypið av lastbilinum, eisini keypt eina saltbússu til salting av kommunalu høvuðsvegunum, siga tey í Hvannasunds kommunu í dag.

Lastbilurin er av merkinum MAN TGE. Hann er keyptur frá Kjartani Simonsen í Klaksvík. Kranin, sum er frá KJ Hydraulik, er ein PK 3400 Performance.

- Umframt lastbilin, hevur kommunan eisini keypt ein viðfestivogn, sum skal betra um umstøðurnar og trygdina hjá umsjónarmonnunum í samband við flutning av maskinum, verður lagt aftrat.

 

 

Kommunan hevur eisini keypt ein viðfestivogn, sum skal betra um umstøðurnar og trygdina.