Kveikjandi vinnukvøld í Eydnuni á Oyrarbakka

- Spennandi gestirnir borga fyri, at vinnukvøldið í kvøld verður sera spennandi og áhugavert, siga tey í Sunda kommunu.

 

Tað er í kvøld klokkan 19, at vinnukvøld verður í Eydnuni á Oyrarbakka. Hetta er eitt tiltak, sum er partur av mentanardøgunum, sum eru í Sunda kommunu. Vinnukvøldið varpar ljós á vinnu, sum er í Sundalagnum.

- Lagt er upp til eitt kveikjandi og áhugavert vinnukvøld, og í ár fáa vit vitjan av fleiri áhugaverdum gestum sum umboða ymiskar vinnugreinar.

Í Sunda kommunu vísa tey á, at fyrsti gesturin verður Ruben busk, stjóri og kokkur í fyritøkuni Matsmiðjan í Hósvík. Hann fer at greiða frá virkseminum hjá Matsmiðjuni og søguni um ræstkjøtaburgaran, sum hann hevur ferðast kring oyggjarnar við.

Annar gesturin verður Søren Svenning Danielsen, eigari av fyritøkuni Care on Sea í Hvalvík. Hann hevur drúgvar royndir við bátabygging og umvæling. Søren Svenning Danielsen fer at greiða frá virkseminum í Hvalvík, og hvørjar framtíðar ætlanirnar eru við virkseminum.

Triði gesturin verður Regin Jacobsen, stjóri í alifyritøkuni Bakkafrost. Hann fer at greiða frá teirra virksemi, hvussu alt byrjaði og hvussu ein familjufyritøka hevur vaksið seg til at gerast ein av heimsins størstu alifyritøkum. Regin Jacobsen fer eisini at greiða frá teirra virksemi við Gjógv og aðrastaðni í kommununi.

- Spennandi gestirnir borga fyri, at vinnukvøldið í kvøld, mánakvøldið 16. september, verður eitt sera spennandi og áhugavert tiltak, siga tey í Sunda kommunu.