KvF rennur ikki ørindi fyri Sambandsflokkin.

Tíðindaflutningurin hjá KvF verður vavdur upp í orðadráttin millum Tjóðveldi og Sambandsflokkin um føroysku løgfrøðiútbúgvingina.

Formaðurin í Tjóðveldi sigur seg í lesarabrævi ikki skilja, at KvF kritikkleyst endurgevur ræðutíðindi frá Sambandsflokkinum um løgfrøðiútbúgvingina. Vit meta tað vera viðkomandi tíðindi, at MMR og Setrið seta útbúgvingina i verk uttan at upplýsa, at hon – sum er - ikki kann nýtast í Føroya Rætti.

Vinaliga,

Ivan Hentze Niclasen,

kringvarpsstjóri