Løgreglan í Sisimiut leitar framvegis eftir einari 69-ára gamlari kvinnu, Pauline Kleist, sum seinast varð sædd týsdagin hin 19. januar umleið klokkan 15. Løgreglan hevur bæði eftirlýst kvinnuna, eins og leitað hevur verið kring um í økinum.
Í gjár - hósdagin - vóru eisini nógv sjálvboðin og leitaðu, men uttan úrslit.
- Vit heita nú á fólk um at hyggja í skúrar, kjallarar, krúpikjallarar, pulturkømur, bátar og bingjur, sigur løgreglan í Sisimiut, sum higartil hevur leitað uttan úrslit.
Sagt verður um kvinnuna, sum er sporleyst horvin, at hon er grønlendsk, lág á vøkstri við gráligum hári niður á akslarnar. Hon var í einum svørtum vetrarjakka og svørtum buksum, tá hon seinast varð sædd.
- Hóskvøldið leitaðu umleið 100 sjálvboðin. Tey býttu seg í bólkar og leitaðu um allan býin. Sjálvboðin komu við lyktum. Tað vóru eisini fleiri bilar, sum koyrdu runt og leitaðu, sigur Karl Jørgen Lennert, løgregluovasti í Sisimiut við Sermitsiaq.
Løgreglan ynskir framvegis at koma í samband við kvinnuna, og tey ynskja eisini at koma í samband við fólk, sum kunnu hava sæð hana ella vita, hvar hon plagar at vera.