Kvinnan komin afturíaftur í øllum góðum

Leitingin í Sandvík í kvøld er avblást

Kvinnan, sum leitað hevur verið eftir vestanfyri í Sandvík, er komin aftur í aftur í øllum góðum.

Sum vit skrivaðu í áðni var talan um eina unga, týska kvinnu, sum kom suður við Smyrli í morgun og sum fór við Bygdaleiðum til Sandvíkar, har hon ætlaði sær í Rituskor vestantil í Sandvík

Hon avtalaði eisini við bussføraran um at koma eftir sær aftur, men tá ið bussurin kom var eingin kvinna at síggja.

 

Les eisini: Leita eftir ferðafólki í Sandvík

 

Boð fóru til løgregluna og síðani var farið at leita.Tað var nakað av mjørka, tá ið hon fór til gongu, men nú er klárnað aftur og tí er tyrlan eisini boðsend.

Løgreglan sigur, at onkur, sum hevði sæð greinastubban á info, helt seg vita, hvør tað var, og fekk samband við hana á Facebook, og síðani hevur løgreglan fingið váttað, at talan er um kvinna, leitað hevur verið eftir, og sostatt er leitingin avblást, sigur løgreglan.

Hon var farin við onkrum øðrum úr Sandvík, og tí møtti hon ikki upp, tá ið bussurin kom eftir henni, og síðani er hon farin aftur til Havnar við Smyrli.