Kvinnur á Føroya Løgtingi í 45 ár

Síðani 20. mars í 1975 hava kvinnur havt fast sæti á Føroya Løgtingi. Hendan dagin tók Jona Henriksen sæti á ting.

Jona Henriksen og Jóannes Dalsgaard, sum bæði eru fyrrverandi løgtingsfólk

Jona Henriksen og Jóannes Dalsgaard, sum bæði eru fyrrverandi løgtingsfólk

Nýtt landsstýri varð skipað í januar í 1975. Tá kundu landsstýrisfólk eisini sita í Løgtinginum, men tað var vanligt, at landsstýrisfólk løgdu løgtingssessin frá sær nakað eftir, at landsstýrið varð skipað. Tað gjørdu Alti Dam, løgmaður, og Jákup Lindenskov, landsstýrismaður, hendan dagin í 1975. Tá tók Sverre Midjord av Tvøroyri sæti fyri Atla Dam, sum varð valdur í Suðuroyar valdømi, og Jona Henriksen tók sæti fyri Jákup Lindenskov, sum varð valdur í Suðurstreymoyar valdømi.

Tvær ferðir áður høvdu kvinnur havt sæti okkurt stutt skifti, tá tingmaður hevði farloyvi. Fyrru ferð – og fyrstu fer nakrantíð – var tá Malla Samuelsen í 1964 tók sæti á tingi fyri Marius Johannesen úr Sjálvstýrisflokkinum. Seinnu ferð var tá Karin Kjølbro, sum tá æt Karin Joensen, tók sæti fyri Erlend Patursson eitt skifti í 1971.

Jona Henriksen var tann triðja at taka sæti á tingi, men tann fyrsta, sum fekk fast sæti á Føroya Løgtingi.

Tá løgtingsval var næstu ferð 7. november í 1978, varð Jona Henriksen vald á ting fyri Javnaðarflokkin, og tað var Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum eisini. Tað er fyrstu ferð, at kvinnur er valdar beinleiðis á ting – og síðani tá eru kvinnar valdar á ting á hvørjum vali, men ikki so nógvar sum menn – og so langt burturfrá: Tilsamans hava føroyingar bara valt 28 kvinnur á ting. So um allar kvinnur, sum eru valdar á ting síðani 1975, møttu upp, so vóru tær ikki nóg nógvar at manna Løgtingið, sum hevur 33 løgtingsfólk.

##med2##

Kvinnur á tingi í bókstavarøð: 

1                      Annika Olsen 2008-

2                      Annita á Fríðriksmørk 1998-2011 og 2015-

3                      Beinta Løwe 2019

4                      Bergtóra Høgnadóttir 2008-2011

5                      Bjørt Samuelsen 2008-2015

6                      Edva Jacobsen 2011-2015

7                      Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 2011-

8                      Eyðgunn Samuelsen 2011-

9                      Gunvør Balle 2011-2015

10                      Hanna Jensen 2015-

11                      Heidi Petersen 2004-2008

12                      Helena Dam á Neystabø 1990-2002 og 2008-2011

13                      Hervør Pálsdóttir 2019-

14                      Ingeborg Vinther 1994-1998

15                      Ingilín Didriksen Strøm

16                      Jona Henriksen 1978-1980

17                      Jóngerð Purkhus 1988-90

18                      Karin Kjølbro 1978-1990

19                      Katrin Dahl Jakobsen 1998-2004 og 2008-2011

20                      Katrin Kallsberg 2015-

21                      Kristina Háfoss 2002-2004 og 2011-

22                      Listbeth L. Petersen 1990-2008

23                      Maria Hansen 1994-1998

24                      Marita Petersen 1988-1998

25                      Rigmor Dam 2011-

26                      Rósa Samuelsen 2008-2011

27                      Sirið Stenberg 2011-

28                      Sonja Jógvansdóttir 2015-2019

 

29 Eykafólk: Hildur Patursson 1993-94

30 Eykafólk: Jóna Mortensen 2011-2015

31 Eykafólk: Kristianna Winther Poulsen 2013 og 2015-

32 Eykafólk: Óluva Klettskarð 2015-

33 Eykafólk: Rúna Sivertsen 1998-2004

34 Eykafólk: Ruth Vang 2015-

 

Eykafólk omanfyri er kvinnur, sum hava havt fast sæti fyri landsstýrisfólk. Viðmerkjast skal, at Ruth Vang, sum var eykafólk fyri valið, og sum ikki varð vald á valinum, nú hevur fastan tingsess. Tað hevur hon, tí Poul Michelsen hevur sagt tingsessin frá sær. Hann kann ikki møta aftur á tingi.

Jona Henriksen og Jóannes Dalsgaard, sum bæði eru fyrrverandi løgtingsfólk

Úr Sosialinum 24. mars í 1975