Kvinnur á løgtingi: – Broytingin av starvsheitinum skal gerast ordiligt

– Tá eg var landsstýriskvinna, so var eg landsstýriskvinna, sjálvt um tað stóð landsstýrismaður á pappírinum, sigur Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum, sum ikki tekur undir við uppskotinum um at broyta starvsheiti hjá løgtingslimum

Rósa Samuelsen fyri nøkrum árum síðani

Rósa Samuelsen fyri nøkrum árum síðani

Í dag verður onnur viðgerð av uppskotinum hjá Hervør Pálsdóttir og Ingilín D. Strøm um at broyta starvsheitini, soleiðist at kvinnur í Løgtinginum og í Landsstýrinum formliga sleppa at kalla seg løgtingskvinnur og landsstýriskvinnur. Men uppskotið sær ikki út til at blíva samtykt, tí nógvir løgtingslimir eru ímóti uppskotinum. 

Og tað eru ikki bara menninir í samgonguni, sum eru ímóti uppskotinum. Tær báðar Rósa Samuelsen og Edva Jacobsen eru samdar við meirilutanum um, at uppskotið ikki er nóg gjøgnumført.

Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum tekur ikki undir við uppskotinum, sum tað fyriliggur nú.

– Tað er ein longri viðgerð enn bara at viðgera heitini. Eg taki undir við meirilutanum um, at mann skal gera tað í einum størri høpi, sigur hon.

Men heilt grundleggjandi heldur hon, at heitini onkursvegna eiga at broytast.

– Tá eg var landsstýriskvinna, so var eg landsstýriskvinna, sjálvt um tað stóð landsstýrismaður á pappírinum. Men sjálvandi er tað rætt, at mann sigur kvinna í staðin fyri maður. Tað skal bara gerast eitt størri arbeiði, og tað skal gerast ordiligt, sigur Rósa Samuelsen. 

Edva Jacobsen, sum eisini er úr Sambandsflokkinum, heldur, at hetta er eitt ov stórt inntriv í stýrisskipanarlógina, og tí má hetta fyrireikast betur.

– Tað er ein trupulleiki, at eitthvørt tingfólk kann gera broytingar í stýrisskipanarlógina. Stýrisskipanin er nógv størri enn tað. Tað má skipast í ráðnum, sum tað kemur frá og má gerast í einum høpi, har tað kemur frá Løgmálaráðnum, sigur hon.

At Edva Jacobsen á pappírinum er ein løgtingsmaður er ikki ein so stórur trupulleiki fyri hana.

– Eg hugsi ikki so nógv um tað, tí í gerandistalu brúka vit orðið “løgtingskvinna”. Tað hevur verið sagt av meirilutanum, at tað fer at blíva arbeitt við málinum, og eg kann gott ímynda mær, at hetta verður ein partur av einari broyting einaferð.

– Eg haldi tó, at heitið “løgmaður” skal vera, sum tað er, sigur Edva Jacobsen.

– Eg havi ikki fortreð av, at hetta uppskotið verður felt í dag. Tað má eg siga, akkurát sum tað er. Eg eri akkurát líka nógv løgtingskvinna fyri tað.

– Púra burturvið 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, sum er í andstøðu, tekur hinvegin undir við uppskotstillarunum.

– Vit skulu ikki hava eina lóg, sum krevur, at ein tingkvinna verður kallað tingmaður. Tað er púra burtur við og avspeglar slett ikki tað málið, vit brúka til dagligt, sigur Ruth Vang.

Um broyting av orðinum “løgmaður” hevur hon ikki nakra greiða meining um.

Argumentið hjá meirilutanum er, at tað er eitt for stórt inntriv í stýrisskipanarlógina, og tí skal ein møgulig broytingin gerast á ein annan hátt. Hetta heldur Ruth Vang er eitt veikt argument. 

– Teirra argumentir snúgva seg bara um tað formliga. Tað sigur eisini eitt sindur um, at uppskotið er ringt at afturvísa. Tað vísir seg, at eingin er ímóti sjálva uppskotinum. Eg skilji ikki, hví mann skal gera hetta til eitt so stórt mál, og hví hetta skal vera partur av at gera eina heilt nýggja stýrisskipanarlóg, sigur hon. 

Les eisini: Her skulu kvinnur framvegis vera menn

Rósa Samuelsen fyri nøkrum árum síðani