Kvinnuumboðanin minkaði 25 prosent

Á løgtingsvalinum 31. august vóru 8 av teimmu 33 fólkunum, sum vórðu vald á ting, kvinnur. Tað eru tvær færri enn á seinasta løgtingsvali. Nú landsstýrið er skipað, eru 9 kvinnur í politisku skipanini í mun til 14 fyri valið

Tá tey seks landsstýrisfólkini í dag vórðu tilnevnd, var bara ein kvinna millum teir seks menninar.

Øll sjey landsstýrisfólkini eru vald á ting. Tað merkir, at sjey varafólk taka sæti í teirra stað. Av teimum sjey eru tvær kvinnur, Edva Jacobsen, sum er vald sum nummar 10 á sambandslistanum, og Annika Olsen, sum er nummar 10 á fólkaflokslistanum. Men av tí at Annika Olsen heldur tað vera skeivt at røkja tveir fólkavaldar sessir í senn, hevur hon higartil valt ikki at taka sæti á tingi, meðan hon er borgarstjóri í Havn.

Tað merkir, at bara ein kvinna kemur á ting fyri landsstýrisfólkini. Tilsamans eru tí 9 kvinnur á løgitingi og í landsstýri.

Tað er munandi færri enn tær vóru fyri valið. Tí tá tær fýra kvinnurnar vóru tilnevndar í landsstýrið í 2015, komu fýra aðrar kvinnur á ting, Helena Dam á Neystabø og Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum, og Bjørt Samuelsen og Óluvá Klettskarð úr Tjóðveldinu. Tá fóru 14 kvinnur á tingi og í landsstýri.

Afturgongdin í kvinnuumboðan er tí 25 prosent.