Kvívík: Vænta størri valluttøku

- Valluttøkan hevur verið ordiliga góð higartil og liggur nú um 72 prosent.

Tað segði Randi Jacobsen, forkvinna í valstýrinum í valstaðnum í Kvívík, ið fevnir um bygdirnar Kvívík, Leynar, Stykkið, Válin og Skæling, tá Miðlahúsið var á gátt stutt áðrenn klokkan seks.

##med2##

Hóast eingin veljari var í hølinum ta løtuna, var forkvinnan bjartskygd um, at valluttøkan verður størri enn fyri fýra árum síðan, tá 87 prosent av íbúgvunum í teimum fimm bygdunum í kommununi vóru á vali.

- Tá var valið ein týsdag og nú er tað ein leygardag, so eg vænti hon verður størri hesa ferð, segði forkvinnan.

406 fólk hava valrætt í Kvívík, har 30 hava atkvøtt við brævatkvøðu.