Kvøldseta á Kambsdali

Árliga kvøldsetan í Miðnámi á Kambsdali verður íkvøld

Á kvøldsetuni, sum verður frá klokkan 19 til 21, vísa næmingar í Miðnámi, hvat teir arbeiða við í ymisku lærugreinuum. Á skránni verða m.a. tónleikaframførslur, leiklist, námsferðafilmar, evnafrøðis-show, og frágreiðingar frá lívfrøðiligum kanningum, sum næmingar hava gjørt.

Øll eru vælkomin til kvøldsetanina. Tiltakið er alment og er eitt gott høvi hjá teimum, sum umhugsa at fara undir eina miðnámsútbúgving, at uppliva, hvat Miðnám á Kambsdali hevur at bjóða.

Familja og vinir hjá núverandi næmingum kunnu uppliva skúlan og virksemið í skúlanum, og kvøldið er eisini eitt gott høvi hjá starvsfólkum og næmingum at uppliva okkurt øðrvísi enn vanligu skúlatímarnar.

Ein miðnámsflokkur, sum samlar pening inn til námsferð, fer at selja kaffi og køku í steðginum.