Kvøldseta á Kambsdali avlýst vegna corona

– Vit vilja binda um heilan fingur, og hava valt at útseta tiltakið, sigur Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali

Páll Isholm, rektari

Páll Isholm, rektari

Tað var í annaðkvøld klokkan 19, at árliga várkvøldsetan á Miðnámsskúlanum á Kambsdali skuldi vera. Men í morgun varð avgjørt, at tiltakið verður av ongum.

Nakrar ferðir um árið bjóðar Miðnám á Kambsdali til almenn tiltøk. Hesaferð var tað várkvøldseta, ið var á skránni og nógv var á skránni. Bæði stuttfilmur, fyrilestur, kunning, tónleikur og nógv annað.

– Vit hava valt at fylgja almennu tilráðingini, um ikki at savna ov nógv fólk saman á einum stað. Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk eru von at koma til eitt tílíkt tiltak, men vit hava valt at binda um heilan fingur, og tí verður tiltakið útsett, sigur Páll Isholm.

Á skúlanum eru umleið 600 næmingar og lærarar hvønn dag. Nú eru eisini avmarkingar gjørdar í vanligari skúlatíð, so at ikki ov nógv fólk savnast á einum stað samstundis.

– Vit vilja hava tryggar karmar og hava valt ikki at savna næmingarnar í auluni, so at ikki ov nógv koma saman samstundis, sigur Páll Isholm. 

Páll Isholm, rektari