Kyrra áðrenn ódn

Tað er fríggjadagur, og í Klaksvík verður gjørt klárt til at taka ímóti einum av høvuðsnøvnunum til Summarfestivalin í  ár.

Rasmus Seebach trínur á pallin á Vágsbøi kl. 21, men í løtuni andar friður í hjartanum av Klaksvík.

Tað er kanska heldur ikki so løgið, tí tey flestu munnu hava funnið sær leiðina niðan á vøllin at hyggja eftir KÍ og Víkingi. Sigast má, at nógv fólk eru við Djúpumýru, tí tað er torført, um ikki ógjørligt, at sleppa framat at síggja nakað av dystinum.

Veðrið er eisini av tí allarfagrasta í Klaksvík í kvøld, og tað merkist millum teirra, ið hóast alt eru niðri á konsertøkinum.