Læknar koppseta seg og síni starvsfólk

Hetta ger, at tað ikki altíð er nóg mikið av koppingarevni til tey gomlu og veiku á ellisheimum.

 

 

- Onkrar avgerðir hjá læknunum hava ikki verið so hepnar, sigur forkvinnan fyri praktiserandi læknarnar.

- Onkrar avgerðir hjá læknunum hava ikki verið so hepnar, sigur forkvinnan fyri praktiserandi læknarnar.

 

Berlingske hevur søgur um fleiri hendingar á Jútlandi, har læknar koppseta seg sjálvar og síni starvsfólk. Hetta ger, at tað í onkrum føri ikki er nóg mikið av koppingarevni til gomul og veik á ellisheimum. Í einari longri grein vísir Belingske á fleiri slík dømi.

Eitt av dømunum er á ellisheiminum, Mødestedet í Grindsted. Her valdi læknin, sum skuldi fremja koppsetingina, at fyrst skuldi hann sjálvur og tvey starvsfólk hjá honum, sum vóru við í arbeiðnum, koppsetast. Harumframt skuldi ein skrivari, sum varð tilkallaður, eisini koppsetast.

Úrslitið varð, at her var ikki nóg mikið av koppingarevni til øll búfólkini á heiminum.

Á ellisheiminum, Lyngparken í Varde, vildi ein lækni hava fýra skamtir av koppingarevni til sín sjálvs heldur enn at koppseta starvsfólk á heiminum. Um hetta bleiv soleiðis, sum læknin legði upp til, veit Berlingske ikki at siga við vissu.

Seinni á sama stovni valdi ein annar lækni at brúka koppingarevni til sín sjálvs, hóast her vóru átta búfólk, sum ikki vóru koppsett, tí koppingarevnið rakk ikki til.

Berlingske lýsir eisini støðuna á ellisheiminum, Carolineparken, har fleiri læknar í einum steðgi koppsettu hvønn annan, og har hjúnafelagin hjá tí eina læknanum kom úr býnum og eisini fekk sína koppseting.

Forkvinnan fyri praktiserandi læknarnar í Region Syddanmark, Birgitte Ries Møller, skrivar í einum svari til Berlingske, at læknarnir í ávísum førum hava tikið skjótar avgerðir, harav onkrar avgerðir ikki hava verið so hepnar. - Hetta harmast vit um, leggur hon aftrat.

Tað er Ritzau, ið ber hesi tíðindi, sum eisini vera endurgivin í fleiri donskum miðlum.

- Onkrar avgerðir hjá læknunum hava ikki verið so hepnar, sigur forkvinnan fyri praktiserandi læknarnar.