Læra at viðgera truplar skaðar í Afrika

- Okkara ungu serfrøðingar fáa høvi at viðgera alt frá trauma til knívsár og skotskaðar, sigur sjúkrahússtjórin á Haukeland Universitetssjúkrahúsi.

Røntgen-myndin vísir ein av truplu skaðunum, sum norskir og etiopiskir skurðlæknar viðgjørdu í felag.

Røntgen-myndin vísir ein av truplu skaðunum, sum norskir og etiopiskir skurðlæknar viðgjørdu í felag.

 

Norska kringvarpið NRK hevur forvitnisliga grein um eina samstarvsverkætlan, har norskir læknar eru í Afrika og læra seg at viðgera truplar skaðar. Samstarvið er ikki minst ein vinn-vinn støða, har talið av eitt nú nervaskurðlæknum í afrikanska landinum Etiopia er nógv vaksið hesi seinastu árini. 

Tað er Haukeland Universitetssjúkrahús, sum er norski parturin í verkætlanini, og flestu nervaskurðlæknar á sjúkrahúsinum fáa sína útbúgving í Etiopia. Hetta merkir, at sjúkrahúsið í Noregi fær nervaskurðlæknar við ógvuliga týðandi royndum og førleikum á sínum øki.

Norskir skurðlæknar hava soleiðis gjøgnum fleiri ár lært læknastudentar í Etiopia í hesum samstarvi, samstundis sum norsku læknarnir hava fingið dýrabarar royndir í ógvuliga truplum skurðviðgerðum, sum standast av ymiskum skaðum og sjúkum.

- Okkara ungu serfrøðingar fáa soleiðis høvi at viðgera alt frá trauma til knívsár og skotskaðar, sigur sjúkrahússtjórin á Haukeland Universitetssjúkrahúsi, Eivind Hansen, sum vísir á, at sjúkrahúsið í dag hevur millum 10 og 15 fólk í ymiskum afrikanskum og asiatiskum londum.

Verkætlanin er fíggjað av ymiskum pørtum og eins londini, sum eru við í verkætlanini, ber eisini Haukeland Universitetssjúkrahús umleið níggjur miljónir norskar krónur av kostnaðinum at senda læknar til afrikansk lond. 

Tá verkætlanin byrjaði í 2006, hevði Etiopia bara tríggjar nervaskurðlæknar, men í dag er talið 31. - Bæði talið av sjúklingum, sum fáa viðgerð og dygdin av viðgerðunum, eru ment munandi, sigur nervaskurðlæknin í Etiopia, Tsegazeab Laeke.

Um dagarnar fekk norski ráðharrin í menningarmálum, Dag Inge Ulstein, eina frágreiðing um verkætlanina, sum Haukeland Universitetssjúkrahús er partur av. - Tað er fantastiskt at hoyra um, hvussu samstarvið hevur givið vitan og førleikar millum londini, segði hann við NRK.

Dag Inge Ulstein slapp eisini at síggja við myndum, hvussu sjúklingar við ógvusligum skaðum í høvdinum, soleiðis sum myndin oman fyri vísir, fingu góða hjálp frá norsku nervaskurðlæknunum.

##med2##

Røntgen-myndin vísir ein av truplu skaðunum, sum norskir og etiopiskir skurðlæknar viðgjørdu í felag.

Her eru norskir og etiopiskir nervaskurðlæknar í holt við eina skurðviðgerð. Mynd: Haukeland Universitetssjúkrahús.