Læra til løgreglufólk í Vági

Í Vági verður ein fyrireikingarlinja til polistalæru sett á stovn.

Tað segði leiðarin á Ítróttarháskúlanum í Vági við Deg og Viku í gjárkvøldið.
Hann segði í sambandi við framtíðarætlanir hjá Ítróttarháskúlanum, at tey fara at gera eina fyrireikingarlinju til politi á háskúlanum.
– Í hesum sambandi hava vit fingið ein undirvísara inn at arbeiða við okkum, segði skúlastjórin, Gudmundur Joensen.
Hann segði, at enn var ætlanin ikki komin so langt ávegis, at hann kundi fara í smálutir.
Ítróttarháskúlin í Vági byrjaði í 2016 við 17 næmingum. Í dag eru 43 næmingar á várskeiðnum, sum er 20 vikur.
– Og vit hava langan bíðilista, segði skúlastjórin.
Dagur og Vika kann síggjast HER