Lærari hálshøgdur uttan fyri París

Franskar løgreglukeldur upplýsa, at maðurin, áðrenn hann framdi atsóknina, hevði rópt "allahu akbar".

Franski forsetin rópti hendingina eina islamiska yvirgangsatsókn.

Franski forsetin rópti hendingina eina islamiska yvirgangsatsókn.

 

Seinnapartin í dag varð ein maður hálshøgdur uttan fyri franska høvuðsstaðin, París. Maðurin var lærari og hevði nýliga víst fram eina keiputekning av profetinum, Muhammed. Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur vitjað staðið, har hendingin fór fram, og hann sigur, at talan er um eina yvirgangsgangsatsókn.

Franska ávísin, Le Parisien, skrivar, at hendingin fór fram beint við útbúgvingarstaðið, har lærarin arbeiddi, og hetta váttar løgreglan eisini. Hin dripni hevði herfyri hildið ein fyrilestur um skrivi-og talufrælsi, og hann hevði eisini víst studentunum eina keiputekning av profetinum, Muhammed í hesum sambandi.

Emmanuel Macron segði, tá hann vitjaði staðið, at ein franskur borgari er dripin í dag. Lærarin undirvísti næmingum um skrivi-og talifrælsi. Forsetin rópti eisini hendingina eina islamiska atgerð. - Lærarin er offur fyri einari yvirhangsatsókn, legði franski forsetin dent á.

Franskar løgreglukeldur upplýsa, at maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava framt brotsgerðina, rópti "allahu akbar", sum á arbiskum merkir "gud er størstur", áðrenn hann leyp á læraran. Hugsandi álopsmaðurin varð skotin og dripin av løgregluni í einari grannabygd, eftir at hann eisini hevði hótt løgregluna.

 

 

Franski forsetin rópti hendingina eina islamiska yvirgangsatsókn.