Lættari hjá fólki við rørslutarni at njóta náttúruperlur í Vági

Nú sleppa fólk í koyristóli til náttúrvakrastu plássini í Vági

Nú kunnu eisini fólk í koyristóli njóta hesa stórfingnu sjón. Myndina tók Eileen Sandá

Nú kunnu eisini fólk í koyristóli njóta hesa stórfingnu sjón. Myndina tók Eileen Sandá

Hesa seinastu tíðina hevur Vágs Býráð arbeitt við eini ætlan við tí endamáli at gera tað lættari hjá fólki við rørslutarni at sleppa til nátturuvøkur pláss í Vági.

Vágs Býráðið sigur í einum tíðindaskrivi, at fyri nøkrum árum síðani stóð Leila Solmunde, sála, sum tá var forkvinna í MBF, sum nú eitur MEGD, á odda fyri einum bóklingi um Suðuroy sum ferðamál fyri rørslutarnað.

Í bóklinginum verða náttúruperlur í Suðuroynni umrøddar, og uppskot eru um, hvussu tey kunnu gerast lættari atkomilig hjá fólki í koyristóli.

Hesi seinastu árini hevur Vágs býráð arbeitt við at seta tilmælini í bóklinginum, sum Leila Solmund og Eileen Sandá hava skrivað, í verk. Og úrslitið er, at nú hava fólk við rørslutarnu betri umstøður at sleppa fram at náttúruperlum í Vági.

Í 2017 vórðu fyrstu ábøturnar gjørdar, tá ið broytingar vórðu gjørdar vesturi á Eiðinum, soleiðis at koyrast kann niðan á, so at tað eisini ber til at njóta útsýnið yvir stórfingna Vágseiðið úr bili ella úr koyristóli. Fyrr varð atgongd til hetta økið byrgt av bummi.

Samstundis varð eisini ein slættur pallur gjørdur vesturi á Eiðinum, har koyristólur kann koyra uppá. Á pallinum eru eisini borð og benkur, soleiðis at tað ber til at njóta løtuna, kanska við einum matpakka ella einum kaffimunni. Við pallin eisini ein frágreiðing við teksti og myndum um Vágseiðiði.

Og nú í mai verður so seinasta hond løgd arbeiðið at gera ábøtur uppi á Eggjunum, soleiðis at fólk í koyristóli eisini sleppa fram at njóta sermerkta útsýnið av Eggjunum, suðureftir ímóti Beinisvørði, og út í hav.

Sostatt er ein innigyrdur pallur nú gjørdur uppi á Eggjunum, umframt at ein kikari er settur upp á palinum.

Somuleiðis er ein gøta gjørd av vegnum og niðan til pallin.

Nú í mai verða eisini ábøtur gjørdar á vegin niðan á Eggjarnar. Í hesum sambandi verða veitirnar grivnar upp og so verða ábøtur eisini gjørdar á sjálvan vegin, soleiðis at tað verður munandi lættari at fara niðan á Eggjarnar, sigur Vágs býráð.

Nú kunnu eisini fólk í koyristóli njóta hesa stórfingnu sjón. Myndina tók Eileen Sandá