Lagnudagur fyri Brexit-avtaluna

Enska parlamentið skal í dag atkvøða um avtaluna hjá Boris Johnson

Viðhaldsfólk fyri Brexit uttanfyri Westminster fyrr í ár. Mynd: Ritzau / Scanpix

Viðhaldsfólk fyri Brexit uttanfyri Westminster fyrr í ár. Mynd: Ritzau / Scanpix

12 dagar eru nú eftir til at Bretland eftir ætlan fer úr Evropeiska samveldinum, ið landið hevur verið partur av síðan 1973.

Dagurin í dag verður kortini hvussu leikur víðari fer fram. Um parlamentið samtykkir tí Brexit-avtalu, ið Boris Johnson, forsætisráðharri, leggur fyri tingið, aftaná at tað fyrr í vikuni eydnast samráðingartoymunum hjá ES og Bretland at orða eitt uppskot, er næsta stig at leggja lógaruppskotið fyri tingið í næstu viku, ið endaliga staðfestir, at Bretland fer úr ES tann 31. oktober.

Forsætisráðharrin hevur eisini brúkt teir síðstu dagarnar til at sannføra tinglimir um, at hetta er gongda leiðin at fara, men tað er kortini sera ivasamt, at forsætisráðharrin hevur ein meiriluta tá atkvøðast skal fyri uppskotinum, og tí er tað sannlíkt, at tað fellur.

Í einum slíkari støðu hevur parlamentið bundið um heilan fingur og samtykti fyrr í ár eitt lógaruppskot, ið áleggur forsætisráðharranum at biðja ES-londini um enn einaferð at útseta Brexit. Hesaferð til 31. januar. Um tað verður eftirlíka verður tað triðju ferð, at Brexit er útsett.

Franski forsetin Emmanuel Macron boðaði longu í gjárkvøldið frá, at hann ikki er sinnaður at útseta Brexit enn einaferð, meðan Boris Johnson eisini sjálvur fleiri ferðir hevur staðfest, at Bretland fer úr ES 31. oktober. Og tað er óansæð, um við ella uttan eina avtalu. Sostatt kann talan gerast um eitt hard-Brexit ella eitt no deal-Brexit, har Bretland slítur við ES uttan nakra avtalu um framtíðar samstarv.

Sostatt er tað ivasamt, um Boris Johnson yvirhøvur fer at eftirlíka lógarkravinum um at søkja ES-londini um at útseta Brexit. Um tað verður støðan er væl hugsandi, at mótstøðufólkini í parlamentinum nýta høvi at reisa eitt misálit á forsætisráðharrin fyri ikki at fylgja viljanum hjá parlamentariska meirilutanum.

Hvussu verður ella ikki fæst at vita klokkan hálvgum tíggju, tá parlamentið fyri fyrstu ferð í 37 ár savnast ein leygardag. Væntandi verður atkvøtt fyri málinum um trý tíðina.

Viðhaldsfólk fyri Brexit uttanfyri Westminster fyrr í ár. Mynd: Ritzau / Scanpix