Laksadeyði kann føra til øktar prísir

- Stórar nøgdir av laksi eru burtur av marknaðinum, og vit síggja longu nú, at laksaprísurin er á veg upp, sigur norskur prísgreinari.

Mynd: Northern Lights Salmon.

Mynd: Northern Lights Salmon.

 

Eitrandi algublómingin í Norðurnoregi, sum higartil hevur tikið lívið av fleiri enn 12.000 tonsum av alilaksi, fer at føra til hægri laksaprísir, sum tíðin gongur. - Stórar nøgdir av laksi eru burtur av marknaðinum, og vit síggja longu nú, at laksaprísurin er á veg upp.

Tað sigur Kolbjørn Giskeødegaard í Nordea Markets við NRK. Hann vísir á, at partar av Ofotfjørðinum og ein røð av firðum í syðra parti av Troms nærum eru tómir fyri fisk.

- Eg vænti, at prísøkingin verður ein krónu fyri hvørt kilo í seinna hálvári, og tað er ikki óhugsandi, at prísøkingin verður enn størri, um algustøðan versnar, sigur hann.

Hóast tað kann ljóða nógv, at fleiri enn 12.000 tons av laksi eru deyð, halda kortini eini 97 prosent av norsku laksaframleiðsluni fram, men eingin veit í løtuni, um eitrandi algurnar fara at gera enn meira um seg.

- Støðan kann broytast skjótt, sigur Kolbjørn Giskeødegaard.

Hann vísir á, at seinast ein slík bóming var av "deyðsalguni", vardi hetta í ein mánaða, og fara algurnar at spreiða seg víðari, soleiðis sum norska Fiskeridirektoratet ávarðar um, kann hetta fáa enn størri ávirkan á laksaprísirnar.

- Um nøgdirnar av deyðum laksi gerast størri enn higartil, soleiðis at ein uppaftur størri partur ikki kemur á marknaðin, er ikki óhugsandi, at prísirnir á laksi fara enn longur upp, sigur Kolbjørn Giskeødegaard.

Stein Alexander Aukner, sum starvast hjá DNB Markets, heldur eisini, at prísirnir á laksi fara at økjast, men heldur kortini, at prísir kanska fara at falla nakað fyrst, nú so nógvur fiskur verður tikin í úrtíð.

- Men, hyggja vit nakað longur fram, fer prísurin helst at veksa, sum eitt úrslit av, at laksurin, sum er deyður og kann fara at doyggja, ikki kemur á marknaðin, sigur Stein Alexander Aukner.

 

 

Mynd: Northern Lights Salmon.