Landskrona og Sirkus lata fyribils aftur

- Vit hava tikið støðuna frá tíma til tíma síðani, og nú í kvøld var tað ikki forsvarligt meira, sigur Sunneva Háberg Eysturstein.

- Vit hoyrast eftir vikuskiftið, sigur Sunneva Háberg Eysturstein. Mynd: Amy Hansen

- Vit hoyrast eftir vikuskiftið, sigur Sunneva Háberg Eysturstein. Mynd: Amy Hansen

 

Í kvøld boðar Sunneva Háberg Eysturstein á sínari Facebook-síðu frá, at Landskrona og Sirkus fyribils lata aftur.

- Í somu løtu, sum eg eri í masku í Degi & Viku og tosi um at royna at hava staðið forsvarliga koyrandi til klokkan 23 í kvøld, posti eg á sosialu miðlarnar hjá Landskronu og Sirkus, at vit fyribils lata aftur.

Soleiðis skrivar Sunneva Háberg Eysturstein í kvøld. 

- Men, hatta er tað. Innslagið í Degi & Viku varð tikið upp í dag. Vit hava tikið støðuna frá tíma til tíma síðani, og nú í kvøld var tað ikki forsvarligt meira.

Sunneva Háberg Eysturstein leggur aftrat, at "... vit hoyrast eftir vikuskiftið".

 

 

- Vit hoyrast eftir vikuskiftið, sigur Sunneva Háberg Eysturstein. Mynd: Amy Hansen