Landslækni ávarar ímóti stórspjaðing

- Verða vit rakt av einari stórspjaðing - ella "superspreder" - sum landslæknin í Grønlandi málbar seg, kann korona-smitta knappliga verða um alt Grønland.

Landslæknin legði dent á, hvussu umráðandi tað framvegis er, at fólk halda frástøðu.

Landslæknin legði dent á, hvussu umráðandi tað framvegis er, at fólk halda frástøðu.

 

Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, segði á tíðindafundi í dag, at um fólk í Grønlandi hugsa um at savnast úr øllum landinum, eiga tey at hugsa seg væl um. Tí, hendir ein stórspjaðing av korona-virus, kann smittan skjótt verða um alt Grønland.

Tí ávarar landslæknin eisini ímóti, at fólk í Grønlandi savnast í stórum bólkum.

Tað vóru grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen og landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, ið tosaðu á tíðindafundinum, sum varð hildin um middagsleitið í dag.

Ávaringin, sum landslæknin bar fram, snúði seg serliga um tiltøk, har fólk úr øllum landinum kundu komið saman, og hann mælti staðiliga frá at halda slík tiltøk. Hann endurtók áheitanina um ikki at savnast í stórum bólkum.

- Í løtuni mæla vit til, at í mesta lagi 100 fólk savnast. Men, koma luttakarar úr øllum landinum, og tað skuldi hent, at ein stórspjaðing fer fram, kunnu vit knappliga enda í teirri støðu, at korona-smitta fer um alt Grønland.

Tá landslæknin, Henrik L. Hansen, í sínari frágreiðing brúkti orðið "superspreder", segði hann seg kortini meina við nøkur fá smittað, sum kunnu gerast ein stórur smittuvandi, tí hesi kunnu smitta so mong onnur.

Landslæknin legði dent á, hvussu umráðandi tað er, at fólk halda frástøðu - ikki minst, tá flogið verður til Grønlands, og hann minti eisini á stóra týdningin av sóttarhaldi, tá fólk eru komin til Grønlands.

##med2##

 

 

Landslæknin legði dent á, hvussu umráðandi tað framvegis er, at fólk halda frástøðu.

Higartil hevur Grønland ikki verið serliga hart rakt av korona, 13 fólk eru staðfest sjúk.