Landsrætturin staðfesti dóm um grannaósemju

Ein grannaósemja fór so mikið langt, at annar parturin varð í november í fjør dømdur fyri hóttanir, har hann hevði gjørt tekin til at skera grannan á háls. Landsrætturin staðfesti í dag dómin á 14 daga treytaða fongsulsrevsing

Eystari landsrættur staðfesti seinnapartin í dag ein dóm hjá Føroya rætti frá november í fjør, har ein maður í Havn varð dømdur 14 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri hóttanir móti granna sínum.

Dømdi maðurin og grannin, ið er systkinabarn hansara, hava í longri tíð havt grannaósemju, ið fleiri ferðir er endað hjá løgregluni. Maðurin metti í landsrættinum í dag, at systkinabarnið, sum er ein kvinna, hevði meldað hann um 20 ferðir.

Sum avleiðing av grannaósemjuni høvdu órættaða og maður hennara sett upp vakmyndatól í garðinum, tí tey hildu, at grannin gjørdi herverk inn á ognir teirra. Samstundis høvdu tey eisini sett upp hundaforskrekkjara, tí tey vildu ikki, at hundar dríttu í garðinum.

Hundaforskrekkjarar virka á tann hátt, at forskrekkjarin spælir eitt ljóð við høgum frekvensi, sum hundar hoyra og ilskast inn á. Frekvensurin, ið spældur verður, er ov høgur, til at vaksin fólk hoyra hann, og sostatt er hann ikki teimum til ampa. Børn og ung kunnu tó væl hoyra ljóðið, og tað var júst hetta, ið var hent hetta leygarkvøldið í november í 2017. Sonurin hjá dømda manninum hevði ampa av hundaforskrekkjaranum, og hann var tí farin yvir til grannan at biðja tey sløkkja hann. Tað vildu tey ikki, men bóðu dreingin fara avstað.

Tá drongurin var farin, óttaðist órættaða, at feðgarnir fóru at gera seg inn á hundaforskrekkjaran, og tí fór hon út at hyggja.

Tað er tá, at hon sigur, at grannin stóð við hús síni og gjørdi tekin til at skera á háls - hann dróg tveir fingrar tvørtur um hálsin hjá sær. Eisini vóru vitni til staðar í húsunum hjá órættaðu, ið sóu hendingina.

Dømdi maðurin hevði bert fáar dagar frammanundan fingið ávaring frá løgregluni, tí at hann tá eisini hevði gjørt sama tekin. Hann helt tó fast um, at teknið sipaði til at kuta leidningin til vakmyndatólini, og tað skuldi sostatt ikki skiljast sum ein hóttan móti órættaðu ella familju hennara.

Maðurin noktaði seg eisini sekan í hava framt hóttaninar seinnu ferðina, og tað var tí, at hann kærdi dómin frá Føroya rætti.

Av tí at tilburðirin fór fram um hálvgum eitt tíðina um náttina, snúði málið seg í dag í stóran mun, um hvussu ljósviðurskiftini vóru uttanfyri, og hvussu væl órættaða og vitni hennara høvdu kunnað sæð mannin gera tekin til at skera á háls.

Tá avtornaði, valdi Landsrætturin at staðfesta dómin frá Føroya rætti, og dómurin á 14 daga treytaða fongsulsrevsing stóð sostatt við. Eisini dómurin hjá Føroya rætti, um at maðurin skuldi gjalda sakarmálskostnaðin, stóð við.

Landsrætturin segði til úrskurðin, at dentur varð lagdur á eina av vitnisfrágreiðingunum - hana hjá svágrinum hjá órættaðu - ið rætturin metti vera trúverdiga.