Landssjúkrahúsið fingið nýggjan serlækna

Hon elskar sítt arbeiði, sigur hon

Mynd: Landssjúkrahúsið

Mynd: Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið hevur aftur fingið ein serlækna í kvinnusjúkum og burðarfrøði. Annars hevur eingin verið til at røkja hetta starvið, síðani Steintóra Samuelsen andaðist í fjør.

Tað er Diana Reynstind, sum nú er sett í starv sum serlækni í kvinnusjúkum og burðarfrøði á Landssjúkrahúsinum.

Hon hevur lisið medisin í Keypmannahavn og hevur lisið til serlækna í kvinnusjúkum og burðarfrøði í Svøríki, har hon eisini hevur arbeitt síðani hon var liðug við útbúgvingina í 2016.

Hon er kortini ikki heilt ókend í Føroyum, tí hon hevur verið avloysari á Landssjúkrahúsinum.

– Upprunaliga ynskti eg mær at gerast ljósmóðir, men slapp ikki inn, sigur hon við heimasíðina hjá Landssjúkrahúsinum

Í staðin fór hon at lesa medisin og lisið til serlækna í burðarfrøði og kvinnusjúkur.

– Og eg elski mítt arbeiði, sigur hon við heimasíðuna hjá Landssjúkrahúsinum.

Tað standa stórar uppgávur fyri framman á serøkinum hjá Dianu Reynstind. Eitt nú skulu tey flyta í nýggja H-bygningin, har føðideildin eisini skal húsast. Yvirhøvur er eisini tørvur á dagføringum og broytingum á føðideildini.

– Vit hava nógvar spennandi avbjóðingar á økinum, og eg eri sera fegin um at vera partur av hesum arbeiðinum, sigur hon.

Diana er gift og eigur fýra børn. Hon er úr Miðvági, men hon býr í Havn, sum er eitt krav fyri at røkja starvið, tí sum burðarlækni skal hon vera tøk, skuldi ein barnakona verðið innløgd í bráðskundi, sigur Landssjúkrahúsið.

 

Mynd: Landssjúkrahúsið