Landssjúkrahúsið hevur fingið ein hjartalækna afturat

Nú eru fýra hjartalæknar á Landssjúkrahúsinum - fyri fáum árum síðani var eingin

Nú hevur Landssjúkrahúsið fingið ein serlækna í hjartasjúkum afturat. Tað er Jan Rasmussen, sum nú er settur í fast starv sum hjartalækni á Landssjúkrahúsinum, sigur Landssjúkrahúsið.

Tað merkir, at nú eru fýra hjartlæknar í føstum starvi á Landssjúkrahúsinum og tað er eitt stórt framstig, tí fyri fáum árum síðani var eingin.

Tað lá annars ikki í kortunum, at Jan skuldi gerast hjartalækni, tí tá hann fór undir medisinlesturin, droymdi hann um at gerast ortopediskur skurðlækni.

Tað broyttist tó, tá ið hann var í turnus á Landssjúkrahúsinum.

– Vit vóru nokkso illa mannað við serlæknum akkurát tá, og eg slapp at royna meg, siur hann við heimasíðuna hjá Landssjúkrahúsinum.

Jan Rasmussen hevur fingist nógv við gransking seinnu árini og vitanin, sum er fingin til vega í sambandi við granskingina um CTD, fingið stóran týdning fyri, hvussu vit viðgera sjúkuna í dag, sigur Landssjúkrahúsið.

– Tá sjúkan av álvara tók seg upp fyri 10 árum síðani, leitaðu vit viðhvørt í blindum, tí CTD var eitt spildurnýtt og ókent fyribrigdi – eisini í heimshøpi. Í dag er altjóða áhugi fyri okkara royndum og fyri granskingini, sum er gjørd í Føroyum um CTD.