Landsskatturin er 6,94 prosent hægri enn í fjør

Men vøksturin í september er bara helmingurin av tí, sum hann samantalt hevur verið higartil í ár

Tað eru runnar 73 milliónir fleiri í landskassan trý tey fyrstu fjórðingsárini í ár, enn tað runnu í landskassan fyrstu trý fjórðingsárini í fjør.

Fyribils landsskatturin fyri níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár er 1.123.647.077 krónur.

Somu mánaðirnar í fjør var fyribils landsskatturin 1.050.707.688 krónur. ...