Landsstýrið letur 500.000 krónur til Libanon

Føroya landsstýri hevur gjørt av at lata 500.000 kr. til Libanon.

Tað boðar uttanríkisráðið frá í morgun.

– Síðani spreingingina í Beirut týsdagin hava fleiri fólk latið lív og fleiri fingið skaða, og støðan í libanska høvuðsstaðnum er sera hættislig. Tí hevur Landsstýrið gjørt av at lata neyðhjálp, og tað verður Reyði Krossur, sum skipar, hvussu peningurin verður brúktur í vanlukkurakta økinum.

Tað var týsdagin, at ein ógvislig spreingin á havnalagnum í Beirut skakaði býin og legði alt havnalagið lamið. Hildið verður, at tað var ein goymsla av ammoniumnitrati, ið sprongdist, og at goymslan leyk ikki tær treytir, ið eru fyri goymslu av slíkum vandamiklum evnum.

Talið á deyðum frá spreingingini er komið upp um 150 fólk, og fleiri enn 5000 hava fingið løstir.

– Peningurin verður millum annað brúktur til bráðfeingisskaðastovur, heilivág, útbering av teppum, vatni og mati umframt útgerð til reinføri, sigur uttanríkisráðið.