Landsstýrið sendir rokning til Føroya fólk

Gjáramorgun, beint tá sólin royndi at stríða seg ígjøgnum myrkrið, varð himmalin upplýstur við sera vøkrum litum. Vónaði at hetta bar boð um, at fíggjarlógin, ið fór at verða løgd fram seinni sama fyrrapart - umframt at hava nógv góð átøk fyri okkara fólk, vinnu og land - fór at verða grundað á tryggan og haldføran fíggjarpolitikk. Men so skuldi ikki verða.

Tá landsstýrið legði fíggjarlógaruppskotið fram seinni sama fyrrapart var greitt, at landsstýrið hevur slept landsins fíggjarstýring. Rokningina koma føroyingar at rinda - seinni. Landsstýrið økir landsins útreiðslur meira enn nakrantíð síðan áðrenn fíggjarkreppuna í 2008 – enntá tá sæð verður burtur frá útreiðslum orsakað av korona. Úrslitið er, at landsstýrið eftir bert einum ári hevur vent avlopi á nærum hálva milliard til stórt hall. Hóast hetta, so letur landsstýrið sum um, at talan er um ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk. So er ikki.
Landsstýrið sigur eitt og ger beint øvugt

Í undanfarna valskeiði – árini 2015-2019 – settu vit kós móti einum sjálvbjargnum føroyskum búskapi og samfelagi, millum annað við einum skynsomum fíggjarpolitikki. Men staðfestast má, at núverandi samgonga velur heilt øvugta kós. Sigur eitt og fremur beint tað øvugta.

 

Somu fólk úr Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, sum undan løgtingsvalinum vildu vera við, at stór avlop 4 ár á rað á samanlagt 1,5 milliard, og varligur 3,5% árligur rakstrarútreiðsluvøkstur (íroknað lønarvøkstur og fólkavøkstur) ikki vóru nøktandi – hava nú framt beint tað øvugta, síðan tey fingu tepran meiriluta og fólksins álit.


Søguliga stórur ófíggjaður útreiðsluvøkstur – uttan korona

 

Tá fíggjarlógin fyri árið í ár, 2020, varð samtykt, samtyktu somu fólk ein árligan vøkstur í rakstrarútreiðslum landsins á 338 milliónir (úr 4970 upp í 5308 mió.) og 7% í mun til staðfestu nýtsluna í 2019.
Síðan fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, eru komnar nógvar eykajáttanir. Nakrar orsakað av korona, ið sjálvandi hava verið neyðugar, men eisini nógvar eykajáttanir, ið als onki hava við koronastøðuna at gera. Samanlagt er higartil talan um ein vøkstur í rakstrarútreiðslum landsins á um 600 milliónir og +12% í 2020.
Samstundis minkaði samgongan inntøkur landsins áðrenn korona rakti landið.
Úrslitið fyri 2020 verður hareftir. Landsstýrið og samgongan hava vent avlop landskassans á +428 mió. kr. 2019 til stórt hall í 2020 – enntá eisini um sæð verður burtur frá øllum broytingum í inntøkum og útreiðslum orsakað av korona.
Enn ein fíggjarlóg uttan tamarhald

Nú hevur landsstýrið so lagt fram enn eina fíggjarlóg – hesuferð fyri árið 2021 – og eins og í fjør, tá fíggjarlógin fyri 2020 varð løgd fram og samtykt, er talan um eina fíggjarlóg við søguliga stórum ófíggjaðum vøkstri í útreiðslum landskassans.
Í mun til fíggjarlógaruppskotið fyri árið 2020, ið landsstýrið legði fyri Løgtingið fyri einum ári síðan, er talan um vøkstur í landsins rakstri á heilar 361 milliónir (úr 5196 upp í 5557 mió.) og 7% í útreiðslum landsins til rakstur - eftir bert einum ári.

Eftirfylgjandi at fíggjarlógaruppskotið fyri 2020 varð lagt fyri Løgtingið 30. septembur í fjør, legði samgongan enn fleiri útreiðslur afturat uppskotinum, og sjálvt um vit taka allar eftirfylgjandi broytingar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2020 við, so leggur landsstýrið 249 mió. kr. (úr 5308 upp í 5557 mió.) og 5% afturat rakstrarútreiðslunum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021. Og tá er als onki sett av til møguligar eykajáttanir og eykaútreiðslur í sambandi við koronavirusið og annað í 2021.
Um samgongan leggur enn fleiri útreiðslur afturat fíggjarlógini, áðrenn hon verður endaliga samtykt, og um landsstýrið heldur fram við ófíggjaðum eykajáttanum í 2021, eins og gjørt hevur verið í 2020, verður endaligi útreiðsluvøksturin í 2021 enntá væl størri.

Stórur útreiðsluvøkstur og inntøkuminking

 

Samstundis sum útreiðslurnar verða øktar fleiri hundrað milliónir, og onki verður sett av til átøk í samband við korona, so væntast inntøkur landsins at minka í 2021 í mun til samtyktu fíggjarlógina fyri í ár. Hetta merkir, at landskassin fær stórt hall, økta skuld, og hetta merkir eisini rokningar til tín og okkum øll í komandi tíðum.

Amerikanisering av føroyskum politikki

Hóast hetta, so roynir landsstýrið at geva øðrum skyldina. Serliga undanfarna samgonga og korona fáa skyldina. Eisini hóast talan er útreiðsluvøkstur ella inntøkuminking, ið onki hava við hvørki undanfarnu samgongu ella korona at gera.
Tíverri sær út til, at tann framferðarháttur, ið amerikanski forsetin nýtir, velur eisini hetta landsstýrið at nýta. Onnur hava ábyrgdina av øllum tí, ið ikki er gott, og fakta er ein ”býur í Kina”.

Sjálvt tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum varð spurdur á Løgtingi í gjár, um hann kundi upplýsa veruliga vøksturin í útreiðslum til landsins rakstur í fíggjarlógaruppskotinum - í milliónum krónum og % í mun til fíggjarlógina í ár - so vildi landsstýrismaðurin ikki svara. Í Búskaparfrágreiðingini, ið fylgir við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021, er einasta prosentvísa broytingin í rakstrinum, sum víst verður til -0,1%, hóast veruligi rakstrarvøksturin er 5-7%, alt eftir hvat samanborið verður við, so sum lýst omanfyri.
Altíð eisini nógv góð átøk

Ein fíggjarlóg hevur sjálvandi játtan til nógv góð átøk. Fegin um, at langtíðar íløguætlanin, ið vit í undanfarna landsstýri og samgongu løgdu, eitt nú nýggir bústovnar til fólk við serligum avbjóðingum, Tunlar norður um fjall, Dalstunnil og Fámjinstunnil umframt miðnámsskúlan í Kambsdali, bygning til Sjóvinnustýrið í Vágum og aðrar íløgur kring landið verður framd. Eisini gott, at heilsuverkið verður styrkt, føroyska veðurstovan uppraðfest, barsilsskipanin betrað og mangt annað. Hinvegin eru fleiri øki, ið valt er ikki at raðfesta, og fara vit at umrøða hesi og annað, nú viðgerð av fíggjarlógini verður á Løgtingi í komandi viku.
Rokningina koma vit øll at rinda

Koronavirusið hevur skapt stóra óvissu, og hevur ávirkað okkum øll og fólk kring allan heimin. Enn vita vit ikki, hvussu leingi óvissan fer at valda. Tað velst um nær koppingarevni verður klárt. Ótryggleikin ger tað enn meira týðandi, at landsstýrið skapar tryggleika og byggir framda politikkin á trygga grund. Tí hóast vit altíð ynskja at nógv og góð átøk skulu fremjast, so kann og má hetta fremjast, samstundis sum stýr er á útreiðsluvøkstrinum og fíggjarstýringini. Annars gerst tað ein sera stokkut gleði.

Rokningina koma vit øll at rinda – seinni.

 

1. oktobur 2020

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna