Landsstýrið setir ilt í ríkisfelagsskapin

Ætlanin hjá Bárði Nielsen, Jørgeni Niclasen og Jenis av Rana at viðurkenna Jerusalem sum høvðsstað í Ísrael setir ilt í ríkisfelagsskapin.

Føroyar arbeiða við fullari ferð fyri at leggja eina sendistovu í Ísrael og samstundis viðurkenna Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað.

Tað upplýsir Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, danska blaðnum Politiken í dag.

Harvið ganga Føroyar beint ímóti teirri linju, sum Mette Frederiksen, forsætisráðfrú gjørdi greiða, tá hon vitjaði í Føroyum í síðstu viku.

Tá segði hon, at í spurninginum um Ísrael »fyljga vit í ríkisfelagsskapinum evropisku linjuni«. »Tað merkir, at sendistovur skulu liggja í Tel Aviv«.

Kortini váttar føroyski uttanríkisráðharrin, at landsstýrið framvegis arbeiðir við fullari ferð fyri at fremja Jersualem-ætlanina.

##ms##

Í fyrstu syftu skulu pengar játtast á fíggjarlógini til ætlanina.

– Vit hava biðið um pengar til at lata upp sendistovu í september ella oktober í 2020, sigur Jenis av Rana við Politiken.

– Tað er defacto ein viðurkenning av Jerusalem sum høvuðsstaði í Ísrael, leggur hann afturat.

Uttanríkisráðharrin grundar føroyska ynskið við, at kristindómurin er ógvuliga sterkur í Føroyum, og at »Føroyar elska Ísrael«.

– Tað eru 90 prosent av teimum, sum eg hitti, sum siga við meg, at tað við sendistovuni mást tú halda fast við, sigur Jenis av Rana.

Mette Frederiksen hevur fyrr í ár tosað fyri at geva bæði Grønlandi og Føroyum størri rásarúm í uttanríkispolitikkinum »millum annað á nøkrum av teimum økjum, har vit ikki endiliga eru heilt samd«.

Jenis av Rana heldur, at málið kann testa ynskið hjá Mette Frederiksen um størri uttanríkispolitiskt rásarúm.

– Tað er ein møguleiki, hon hevur fyri at vísa, hvat hon vil við nýggja politikkinum hjá stjórnini. Tað eru vit sera spent uppá at frætta.

Sambært Hans Mouritzen, granskara við Dansk Institut for Internationale Studier, er tað sera óvanligt, at ein limur í ríkisfelagsskapinum gongur ímóti felags linjuni. Ikki minst tá talan er um eitt so eymt evni sum Jerusalem.

Hann heldur, at málið kann seta ilt í ríkisfelagsskapin.

– Um Føroyar og Grønland ikki longur góðtaka, at uttanríkispolitikkurin verður førdur úr Keypmannahavn, so setir tað rivur í ríkisfelagsskapin, sigur hann við Politiken.

 

/ritzau/