Landsstýrið skal gera integratiónslóggávu

Í dag varð nýggja heimasíðan integratión.fo løgd fram. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður segði í tí sambandi, at nú verður arbeitt við integratiónslóggávu

– Eingin kann liva við óskipaðari tilflyting, og tí er arbeiðið byrjað at gera eina integratiónslóggávu í Føroyum, segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, á samkomu í Norðurlandahúsinum seinnapartin, tá ið Útlendingarstovan tók nýggjan integratiónsportal í nýtslu.

##med2##

Arbeiða við integratiónspolitikki

Landsstýrið arbeiðir nú við at gera eina integratiónslóg.

Ætlanin er at seta sum krav, at tilflytarar, sum vilja hava varandi uppihaldsloyvi, skulu duga føroyskt. Í løtuni verður arbeitt við at styrkja frálæruna í føroyskum sum annaðmál.

– Sum samfelag er tað okkara skylda at bjóða tilflytarum neyðugu amboðini, so tey kunnu vera við til at menna samfelagið, tey eru partur av, segði landsstýrismaðurin.

##med3##

– Tey flestu av okkum hava nú beinleiðis ella óbeinleiðis samband við útlendingar, sum hava valt at liva og virka í Føroyum. Tað kann vera við mammuna at barninum á dagstovninum. Starvsfelagan, sum er komin hendanvegin at arbeiða, ella við familjuna, sum hevur keypt hús í grannalagnum, segði landsstýrismaðurin í røðuni.

##med4##
Alment orðaskifti

– Vit vita, at útlendingar, sum flyta til Føroya, eru afturhaldnir í almenna orðaskiftinum. Tey flestu velja at tiga, tí tey vilja ikki vera ófólkalig og standa við fremstafingri og seta krøv. Tey laga seg heldur eftir umstøðunum, segði hann.

- Hesum skulu vit ansa eftir. Tey, ið koma uttanífrá, kunnu seta neyðugar spurningar við okkara sjálvsfatan og gera vart við viðurskifti, sum vit vanliga ikki gáa um. Vit noyðast at lurta og vísa virðing fyri at fáa lýst allar tættir og allar avbjóðingar við integratión í Føroyum, segði Helgi Abrahamsen.

##med5##