Landsstýrið við korona-tiltøkum - men løntakarar gjalda

- Formaðurin í Als-stýrinum ynskti ikki at bera sína meining fram á torg, sigur Lasse Klein.

 

Hóast reypið var og er óført um at almennu kassarnar, sum standa til at bresta av pengum, vóru almennu politisku myndugleikarnir snildari enn arbeiðsmarknaðurin og lønmóttakarar landsins. Teir fóru lúkst niður í lumman hjá lønmóttakarum og kravdu tey at gjalda fyri síðan at taka sær heiðurin av “gávuni” - sum ein annar umvendur Robin Hood.

Tá stýrisformaðurin í Als varð spurdur, hvørja støðu hann hevði til, at landsstýrið hevði strongt á partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at ganga við til at víðka um heimildirnar hjá Als - um at Als nú skuldi gjalda fyri hóttafalli í samband við covid-19 - segði hann, at hóast hann hevði sína egnu meining um málið, so ynskti hann ikki at bera hana fram á torg.

Tað er kortini skilligt, at formaðurin ikki ynskti at úttala seg. Hann er 7. limur í stýrinum og valdur av landsstýrinum sum formaður, og hevði hann sína egnum meining, so var hann helst heldur ikki leingi formaður í stýrinum eftir tað.

Hann og partarnir á arbeiðsmarknaðinum í stýrinum fyri Als boygdu seg treytaleyst fyri ynskinum hjá landsstýrinum, tá tað ynskti at fara niður í kassan hjá Als at fíggja covin-19 tiltøkini, sum landsstýrið hevði givið boð um.

Eftir mínum tykki var tað skilaleyst, soleiðis at taka grundarlagið undan Als, sum er ætlað heilt øðrum endamáli, meðan landskassin er væl polstraður sambært teimum sjálvum.

Heldur átti landsstýri at bjóðað Als t.d. 100 miljónir krónur og biðið tey um at umsitið skipanina fyri landsstýrið.

Nú SKAL arbeiðsmarknaðurin og løntakararnir, umframt at hjálpa politiska myndugleikanum, gjalda alt gildið sjálvi, eisini til at gjalda eitt møguliga størri Als-gjald, tá tørvur aftur verður á tí.

Her ruggar ikki alt rætt. Hetta er støðan. Einki annað er fráboðað higartil.