Tað sær gott út í ár

Pílarnir hjá føroysku ferðavinnuni vísa uppeftir

Føroyska náttúran hevur stóra atdráttarmegi

Føroyska náttúran hevur stóra atdráttarmegi


Tað hava verið nógv ferðafólk í Føroyum í ár.

Tað vísa fyribils metingar hjá føroysku ferðavinnuni um gongdina í ár

 

Annars verða hagtøl nú førd yvir ferðafólk í ár. Tey hagtølini verða liðug fyrrenn seinni ár, men í kjaksending á Rás2 í vikuni, staðfesti Guðrið Højgaard, stjóri á Ferðaráðnum, at tað sær rættiliga gott út.

 

Hon sigur, at fyribils vísa metingarnar, at í ár er talið á gistingum økt eini 5-7 prosent aftur ímóti í fjør.

Í hesum sambandi telja tey ikki talið á ferðafólkum, men hvussu nógvar nætur tey gista.

 

Stjórin á Ferðaráðnum sigur, at í ár hevur Ferðaráðið fingið nógv fleiri fyrispurningarnar uttaneftir um føroyska ferðavinnu.

Men serliga eru fyrispurningarnir frá útlendskum fjølmiðlum øktir ógvuliga nógv í tali.

Í 2012 vóru 50 útlendskir fjølmiðlar í Føroyum, í fjør vóru 100 og longu í ár hava 130 fjølmiðlar verið í Føroyum.

- Øll vilja siga søguna um Føroyar, sigur hon.

Og tað eru ikki smáir miðlar, sum hava verið í Føroyum og vitja, tí talan er um CNN, Newsweek, National Geographic fyri at nevna nakrar.

Mett verður, at ferðavinnan í Føroyum hevur einar 400 - 500 milliónir í umsetningi, men málið er at tvífaldað hana hesi næstu árini til 2020.