Landsverk ávarar bilførarar um at ansa eftir

Tað er lopið fleiri staðni, men tey ivast í um vandin er av

Landsverk hevur verið fleiri staðni og rudda vegir í nátt og í morgun

Landsverk hevur verið fleiri staðni og rudda vegir í nátt og í morgun

Um vikuskiftið legðist rættiliga nógvur kavi, men síðani hevur tað verið grindarregn, og tað hevur elvt til áarlop fleiri staðni.

Bjarni Petersen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur, at tað er lopið oman á vegin ymsastaðni, á Vestmannavegnum, á Oyndafjarðarvegnum, og aðrastaðni.

Somuleiðis eru áir lopnar oman fyri Kirkjubøarvegin, tað er ikki komið oman á vegin, men tað rennur rættiliga nógv vatn á vegin.

Onkra staðni hava bilførarar sjálvur grivið seg ígjøgnum, men Landsverk er farið undir eina rundferð í morgun at rudda grót og eyr av vegnunum, har tað er lopið, og at rudda veitir og annað, so at tað ikki rennur á vegin.

Men Bjarni Petersen sigur, at tað regnar framvegis illa og tað er ikki vist, at vandin er av enn.

Sostatt er vandi fyri, at tað fer at leypa á vegin ymsastaðni, har nógvur kavi legðist um vikuskiftið, og har tað er bratt, og tí eiga bilførarar at vísa varsemi. Men Landsverk fer eisini at koyra runt at kanna eftir, hvussu støðan er.

Landsverk hevur verið fleiri staðni og rudda vegir í nátt og í morgun