Landsverk ávarar: Nú er hálkan væntandi hvørja løtu

Tað er rættiliga ymiskt, nær hálkan kemur, og nær seinastu hálkudagur er eftir ein vetur

Í dag er 22. oktober og veturin stendur av álvara fyri durum.

Tað merkir eisini, at nú er hálkan væntandi hvørja løtu, og í hesum sambandi ávarar Landsverk bilførarar um at fyrireika seg til veturin, og at seta vetrardekk, ella píkadekk, undir bilin.

 

https://www.in.fo/news-detail/news/tad-er-ein-avis-orsoek-til-20-prosent-av-oellum-ferdsluohappum/Les eisini: Tað er ein ávís orsøk til 20 prosenr av øllum ferðsluóhappum

 

Men tað rættiliga ymiskt, nær tann fyrsti hálkudagurin er um veturin, og nær tann seinasti hálkuagurin er eftir ein vetur.

Landsverk hevur gjørt støðuna upp síðani veturin 2000 - 2001 og tað vísir seg, at tað vísir seg, at veturin er ongantíð komin so tíðliga sum veturin 2008 - 2009, tí tá var fyrsti hálkudagur longu 22 september.

Afturfyri var fyrsti hálkudagur ikki fyrr enn 4. november veturin 2001 - 2002.

Tað er eisini ymiskt, nær veturin ordiliga sleppur takinum. Veturin 2010 - 2011 var eingin hálkudagur eftir 29. mars, men veturin 20002 - 2005 var seinasti hálkudagur ikki fyrr enn 18. mai.

Sum tað sæst á yvirlitinum niðan fyri, er tað ikki heilt óvanligt, at tað er hált heilt út í mai mánað og tríggjar ferðir er tað hent, at fyrsti hálkudagur hevur verið longu í september.

 

Annars vísir yvirlitið niðan fyri, nær fyrsti og seinastu hálkudagur hevur verið allar vetrarnar frá 2000 - 2001:

2000 – 2001:     01. november – 19.apríl

2001 – 2002:     04. november – 12. mai

2002 – 2003:     18.oktober – 02. apríl

2003 – 2004:     04. oktober – 10. apríl

2004 – 2005:     24. oktober – 18.mai

2005 – 2006:     22. oktober – 17. apríl

2006 – 2007:     18. oktober – 15. mai

2007 – 2008:     29. september – 15. apríl

2008 – 2009:     03. oktober – 31. mars

2009 – 2010:     22. september – 12. mai

2010 – 2011:     18. oktober – 29. mars

2011 – 2012:     07. oktober – 18. mai

2012 – 2013:     21. oktober – 23. mai

2013 – 2014:     25. oktober – 13.apríl

2014 - 2015:     14. oktober – 08.mai

2015 – 2016:     24. oktober – 28.apríl

2016 – 2017:     30. september – 25.apríl

2017 – 2018:     18.oktober – 07.apríl

2018 – 2019:     26.oktober – 11.mai