Tað kostar at hava fólk heima

Vilja politikarar hava, at pensjónistar skulu vera heima sum longst, kostar tað pengar

- Eg eri bangin fyri, at vit fara at hugsa um teir somu pengarnar – og so koma vit onga leið.

 

Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag pensjónistanna, sipar til at hugsjónina hjá nógvum politikarum um, at vit skulu aftra okkum við at byggja fleiri ellis- og røktarheim og sambýli og heldur bera so í bandi, at tey eldru kunnu vera heima sum longst.

 

Men skulu tey eldru klára seg heima sum longst, verður neyðugt at menna heimarøktina samsvarandi.

 

Á ráðstevnuni hjá Landsfelag Pensjónistanna í gjár, staðfesti Arne Thorsteinsson, at politikarar mugu gera sær greitt, at skal hendan hugsjónin verða veruleiki, verður neyðugt at gera tær neyðugu íløgurnar.

 

Men sum støðan er nú, hevur hann varhugan av, at hugsað um somu pengarnar og so stúrir hann fyri, at vit koma vit onga leið á hesum øki

 

- Ein og hvør veit, at skal nakað nýtt setast ígongd, skulu íløgur til, sigur hann.

 

Hann vísir á, at sum støðan er nú, verða fólk trýst á røktarheim, tí heimahjálpin er so vánalig.

 

Les eisini greinina: Sambýli og røktarheim skulu leggjast niður

 

Samstundis er pensjónin so lág, at nógv hava rætt og slætt ikki ráð at búga heima í sínum egnu húsum.

 

Hann sigur, at er tað yvirskipaða hugsjónin, at skulu fólk vera longdi heima, mugu politikarar sostatt gera íløgur í hesa hugsjónina

 

Les eisini greinina: Pensjónistar skelka Hendrik Old

 

- Fyrst mugu fólk fáa eina ordiliga pensjón heimahjálpin mennast. Tað kundi eggja fólki at vera longri heima.

 

Sí fleiri myndir frá ráðstevnuni hjá pensjónistunnum við at TRÝSTA HER

 

- Ikki fyrrenn tá kunnu vit tosa um at niðurleggja røktarheimspláss, sum eitt slag av eykavinningi.

 

Les eisini greinina: Spennandi dagur hjá 1700 fólkum

 

Hann sigur, at støðan er nú, ljóðar tað sum um at ætlanin er fyrst at niðuleggja røktaheim, fyri at fáa pening til at menna heimahjálpina.

 

Og tað er øvugt mannagongd, heldur Arne Thorsteinsson.