Lars Larsen var fjórðríkastur í Danmark

Við ognum, sum í 2018 vóru uppgjørdar til 35,1 milliardir krónur, var Lars Larsen fjórðríkastur í Danmark.

Lars Larsen doyði í morgun í heimi sínum við Silkeborg 71 ára gamal (Foto: Henning Bagger/Ritzau Scanpix)

Lars Larsen doyði í morgun í heimi sínum við Silkeborg 71 ára gamal (Foto: Henning Bagger/Ritzau Scanpix)

Á heysti í 2018 gav Berlingske út ein lista yvir ríkastu familjur í Danmark, og her var dýnukongurin Lars Larsen nummar fýra.

Í dag upplýsti Jysk, at Lars Larsen doyði stillisliga í heimi sínum við Silkeborg.

Dýnukongurin legði frá sær sum nevndarformaður í Lars Larsen Group og Jysk í juni, og í tí sambandinum boðaði vinnulívsmaðurin frá, at hann hevði fingið krabbamein.

Hesar 10 familjur í ríkastar í Danmark:

1. Familjan Kirk Kristiansen (Kirkbi og Lego) - 135 milliardir krónur.

2. Familjan Louis-Hansen (Coloplast) - 56,8 milliardir krónur.

3. Familjan Holch Povlsen (Bestseller) - 51,1 milliardir krónur.

4. Lars Larsen (Jysk Holding, Jysk) - 35,1 milliardir krónur.

5. Hanni Toosbuy Kasprzak (Ecco Holding) - 23,8 milliardir krónur.

6. Familjan Clausen (Danfoss) - 20,1 milliardir krónur.

7. Bent Jensen (Linak Holding) - 16,7 milliardir krónur.

8. Martin Møller Nielsen (Nordic Aviation Capital) - 13 milliardir krónur.

9. Familjan Foss (Foss) - 11,7 milliardir krónur.

10. Familjan Kann-Rasmussen (VKR Holding) - 10,3 milliardir krónur.

Kelda: Berlingske.

/ritzau/

Lars Larsen doyði í morgun í heimi sínum við Silkeborg 71 ára gamal (Foto: Henning Bagger/Ritzau Scanpix)